Kalevalaframsýning í Norðurlandahúsinum

Framsýningin letur upp í dag

Í dag 4. nov. letur ein Kalevalaframsýning við planchum upp í Norðurlandahúsinum.

Kalevala er tjóðarsagn Finnlands, og í ár verður 1999 nevnt sum Kalevala Jubileumsár 1999. 150 ár eru liðin síðani fyrsta útgávan hjá Elias Lönnroht kom út.

Ørgrynna av tiltøkum hava í hesum sambandi verið í árinum, sum er við at halla. Sum vera man serliga í Finnlandi. Nógvar útgávur um Kalevala, tað verið seg vísindalig rit, fløgur og annað, er komið út.