Kall eigur nú einsamalt EITT

Tað vóru Kall og Elektron í felag, sum settu breiðbandsfyritøkuna EITT á stovn, sum sá dagsins ljós 1. apríl í fjør. Nú hevur Kall einsamalt yvirtikið allan partapeningin

- Eg kann vátta, at vit hava yvirtikið felagið og eiga tað nú eisamallir, men annars havi eg onga viðmerking, tí hetta málið er so nýtt.

So fáorðaður var Bjarni Askam Bjarnaston, stjóri á Kalli, tá vit fregnaðust um tíðindi um, at telefelagið Kall nú einsamalt eigur breibandsfyritøkuna EITT.

Tá felagið varð sett á stovn var endamálið at taka dystin upp við Føroya Tele, sum er størsti útbjóðari av breiðbandi í Føroyum.

Tá felagið varð sett á stovn varð sagt, at Elektron hevði hollar royndir á breiðbandsøkinum, og at nýggja felagið fær breiðbandsnetið hjá Elektron til taks. Netið fevndi um Havnina og Skálafjørðin men ætlanin er at víðka tað til alt landið.

Í tíðindaskrivi varð sagt tá, at ?EITT er ein samanrenning av tveimum væl kendum og royndum fyritøkum. Elektron hevur drúgvar royndir innan KT trygd, hosting og forritan. Kall hevur drúgvar royndir innan GSM, breiðband, sølu og marknaðarføring. Við EITT hava Elektron og Kall kastað saman og kunnu gagnnýta royndirnar og styrkirnar hvør hjá øðrum?.

Kall fer í tíðindaskrivi seinni at greiða nærri frá, hví felagið nú einsamalt hevur yvirtikið breiðbandsfyritøkuna.