Á tíðindafundi í morgun boðaði telefyritøkan Kall frá, at framyvir verður felagið ikki appilsingult men reytt. Hetta kemst av, at fyritøkan hevur tikið til sín brandið hjá altjóða fyritøkuni Vodafone, sum seinastu tvey árini hevur átt í Kalli. Í tíðindaskrivi sigur felagið, at eftir hetta hamskiftið verður føroyski fjarskiftisheimurin ikki tann sami longur, tí tey ætla eisini, at tað kemur at merkja betri vørur og tænastur, betri samband og lagaligari prísir.
Bjarni Askham, stjóri í fyrrverandi Kall, núverandi Vodafone í Føroyum, sigur við Sosialin, at fyri at gerast Vodafone partnari skalt tú liva upp til ávís krøv, bæði í mun til tøkni og tænastu.
Felagið sigur eisini, at arbeitt hevur verið við hesum hamskiftinum í yvir tvey ár. Nógvar tøkniligar tillagingar eru gjørdar, men tað skuldu eisini nógvar góðkenningar til, bæði frá føroyskum myndugleikum og frá Vodafone.
Vodafone kontra kall
Vodafone er ein risi, tá talan er um altjóða telesamskifti. Millum annað hevur fyritøkan roamingavtalur við fleiri enn 200 veitarar í yvir 100 londum aftur ímóti teimum 111 avtalunum, sum Kall hevði í 68 londum. Umframt hetta fæst dataroaming á netinum hjá fleiri enn 60 veitarum kring heimin. Kall hevði bert eina tílíka avtalu. Við einum kundaskara, sum telur 252 milliónir fólk, merkir hetta, at føroyskir kundar kunnu fáa tænastur sum Black Berry og EuroTariff aftur at øllum teimum gomlu Kall tilboðunum. Eisini ber til at keypa Vodafone brandaðar telefonir fyri lagaligari prísir. Ætlanin er, at vørur og tænastur, sum eru at fáa í øðrum londum, skulu eisini vera at fáa á føroyska marknaðinum.
Avbjóðing hjá Sendistovuni
Allan Dalsgarð frá samskiftisfyritøkuni Sendistovuni, sum hevur staðið fyri at broyta grafiska búnan hjá Kalli frá appilsingulum til reyðan, sigur við Sosialin og Rás 2, at hetta helst er størsta uppgávan av hesum slag higartil hjá teimum.
- Vit sendu ein her av fólki út í nátt at taka gomul skelti niður og at heingja nýggj upp. Handlarnir hjá Kalli, búnar og alt annað tilfar er eisini broytt eftir einari nátt, sigur hann.
Myndatekstur:
Bjarni Askham, stjóri, sigur, at eftir hamskiftið verður føroyski fjarskiftisheimurin ikki tann sami longur
--
Fakta um Vodafone
Vodafone Group Plc er heimsins fremsta telefelag í fartelefoni. Vodafone hevur týðandi leiklutir á marknaðum í Evropa, Miðeystri, Afrika, Asia, Kyrrahavsøkinum og í USA. 31. desember 2007 var talið á skrásettum brúkarum hjá Vodafone 252 milliónir. Vodafone hevur virknar íløgur og ognir í 25 londum í 5 heimspørtum og samstarvar harafturat við 41 ymisk netverksfeløg.
Vodafone Føroyar er samstarvsfelagi hjá Vodafone, eins og Vodafone Ísland, danska TDC o.o. Partabrøv í Vodafone eru skrásett á London Stock Exchange og á New York Stock Exchange. Vodafone hevði tann 31. desember 2007 eitt samlað kapitaliserað virði á umleið 990 milliardir krónur. Reyði liturin og búmerkið hjá Vodafone munnu vera alkend kring allan ítróttaheimin, eitt nú samstarvið við McLaren Mercedes í formil 1 og UEFA Champions League. Vodafone hevur høvuðssæti í Onglandi. Føroyska høvuðsskrivstovan verður framvegis á Óðinshædd.