Kalla Jørgen Niclasen fyri lógbrótara

Hann misbrúkar tað vald, hann hevur fingið, sigur Kommunufelagið

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, brýtur bæði kommunulógina, og stýrisskipanarlógina, tá ið hann ikki vil góðkenna sáttmálan, Kommununala Arbeiðsgevarafelagið, og Starvsmannafelagið gjørdi í seinstu viku.

So avgjørda niðurstøða hevur Kommunufelagið í einum almennum skrivi nú seinnapartin, har tey motmæla avgerðini hjá landsstýrismanninum. Samstundis heita tey á landsstýrismannin um at endurskoða avgerðina skjótast møguligt.

Kommunurnar siga, at eftir lógini skal landsstýrismaðurin ikki góðkenna avgerðir hjá kommununum, tí tær hava ræðið á sínum egnu viðurskiftum.

Men eitt undantak er, og tað er landsstýrismaðurin skal góðkenna lønarsáttmálar. Men samstundis er tað greitt frá, at hetta er fyri at tryggja at lønarlagið hjá tí almenna er javnt, og at samsvar er ímillum lønir hjá landinum og hjá kommunum.

– Góðkenningin skal sostatt til dømis ikki brúkast til at røkka onkrum politiskum endamáli hjá landinum, sigur Kommunufelagið.

Og hendan avgerðin hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum livir als ikki upp til grundleggjandi krøvini til fyrisitingarliga málsviðgerð, leggja tey afturat.

Tey siga, at endamálið við avgerðini hjá landsstýrismanninum er at skapa ójavna millum lønarlagið hjá landi og kommunum á økjum, sum annars líkjast fullkomiliga, og tað er beint ímóti endamálinum við heimildini at góðkenna sáttmálar.

Landsstýrismaðurin grundgevur fyri avgerðini við at siga, at hann frammanundan hevur givið boð um, at støðið í sáttmálanum, sum hann hevur gjørt við Starvsmannafelagið, ikki kann halda fram.

Men landsstýrismaðurin hevur onga heimild at geva slík boð. Boðini eru tískil ikki annað enn hansara politiska meining, og eyðvitað kann hvørki ein landsstýrismaður, ella eitt vanligt embætisfólk, brúka sínar politiskar meiningar til at grundgeva fyri eini fyrisitingarligari avgerð, leggur Kommunufelagið afturat.

Hetta, at misnýta sítt valdið til at at fremja eitt heilt annað endamál enn tað sum lógin er, valdsreinging, og er altíð eitt álvarsligt fyrisitingarligt brot, sigur Kommunufelagið.

– Er orsøkin er vánalig ráðgeving frá fyrisitingini, ella tí at landsstýrismaðurin misnýtir sítt vald, vita vit ikki, leggja tey afturat.

– Avgerðin hjá landsstýrismanninum er í øllum førum ikki bygd á saklig og viðkomandi fyrilit, sigur Kommunufelagið.