Kallar sjónvarpsvert í KVF fyri kynsvilling

– Hetta er enn eitt prógv um, at homofobi livir sítt seiglívaða lív her í Føroyum, sigur John Johannessen

– Er tað í lagi at hesin kynsvillingurin ger innslag um HIV?

Soleiðis spyr Beinir Joensen í Runavík á Facebook í kvøld, eftir at hann hevur sæð innslag um HIV í Degi og Viku, har John Johannessen var vertur. Innslagið var gjørt í sambandi við, at altjóða AIDS dagur er í dag.

– HIV kemur upprunaliga av kynsvillu og hevur síðani smittað onnur, skrivar Beinir Joensen og heldur fram:

– Í løtuni eru apukoppar aktuellir og smitta eisini við livihátti, sum hesin sjónvarpsverturin hevur og prædikar fyri.

– KVF stinkar, leggur hann so afturat.

John Johannesen heldur lítið um slíkar homofobiskar útsagnir:

 

– Hetta er enn eitt prógv um, at homofobi livir sítt seiglívaða lív her í Føroyum.

 

– Vit mugu mótmæla og vísa á, at slíkar útsagnir ikki eru í lagi, so tað ikki gongur út yvir okkara ungu menniskju, sum enn ikki hava torað at staðið við sín samleika.

 

– Eg var sjálvur ein, so her veit eg, hvat eg tosi um, sigur John Johannessen í stuttari viðmerking.