Kallsberg hevur skund at yvirtaka flogvøllin

Fólkatingslimurin Anfinn Kallsberg roynir at skunda undir stjórnina fyri fáa ferð á útbyggingina og yvirtøkuna av flogvøllinum

Christiansborg: - Flogvøllurin í Føroyum er roknaður til góð 70.000 ferðandi um árið. Í dag eru yvir 200.000 ferðandi um árið, so tað hevur stóran týdning at fáa gongd á málið um at yvirtaka og nútímansgera flogvøllin í Føroyum.
Fólkatingslimurin hjá Fólkaflokkinum, Anfinn Kallsberg, vil hava ferð á málið um at yvirtaka og útbyggja flogvøllin í Vágum. Tað gjørdi hann greitt undir viðgerðini av setanarrøðuni hjá Anders Fogh Rasmussen hóskvøldið.
Danska stjórnin og Landsstýrið eru komin ásamt um, at fíggingin av útbyggingini í Vágum skal koma úr Íleggingargrunninum.
Hetta krevur kortini eina lógarbroyting, og eftir ætlan kemur uppskotið fyri Fólkatingið í januar mánaði komandi ár.
- Eg haldi ikki tað er neyðugt at bíða heilt til januar mánað fyri at fáa málið fyri Fólkatingið. Eg havi tí sett meg í samband við stjórnina fyri at skunda undir málið, so vit sleppa í gongd sum skjótast við neyðugu útbyggingina av flogvøllin, segði Anfinn Kallsberg hóskvøldið. Tað er mett, at útbyggingin fer at kosta um 350 mió. krónur.