Kallsberg hevur strongt á Fogh

Anfinn Kallsberg hevur strongt á donsku stjórnina fyri sleppa undir arbeiðið at byggja flogvøllin í Vágum út so skjótt sum gjørligt


Kanska fer tað at bera til at sleppa undir at útbyggja flogvøllin í Vágum eitt sindur fyrr enn upprunaliga mett.
Í Fólkatinginum hevur Anfinn Kallsberg, fólkatingsmaður, strongt á donsku stjórnina fyri at fáa hana at avgreiða teirra part av málinum so skjótt sum gjørligt.
Tað kostar 365 milliónir at byggja vøllin í Vágum út og tað skal betalast við pengum úr íleggingargrunninum fyri Føroyar.
Íleggingargrunnurin er fevndir av eini fólkatingslóg og tí er tað danska fólkatingið, sum má samtykkja, at peningur úr grunninum kann brúkast at byggja vøllin í Vágum út fyri.
Tað, sum lá í kortunum, var, at eitt uppskot um hetta skuldi leggjast fyri fólkatingið seinast í januar.
Men Anfinn Kallsberg hevur strongt á at fáa donsku stjórnina at bera skjótari at.
Og hann hevur fingið lyftið frá donsku stjórnini um, at hon fer at raðfesta málið rættiliga frammaliga.
- Eg havi fingið váttað frá donsku stjórnini, at hon er sinnað at seta ferð á arbeiðið og tað, sum nú liggur í kortunum, er, at eitt uppskot kann leggjast fyri fólkatingið í næsta mánað, sigur Anfinn Kallsberg.
Hann vísir á, at avtala er gjørd ímillum Landsstýrið og donsku stjórnina um at útbyggingin í Vágum skal fíggjast úr íleggingargrunnurin, men tað er neyðugt at Fólkatingið samtykkir at geva stjórnini heimild at gera tað.
Tá ið tað er avgreitt, er klárt at yvirtaka flogvøllin í Vágum.
Men tað merkir so eisini, at kostar útbyggingin meiri enn 365 milliónir, verður tað føroyskir myndugleikar, sum mugu gjalda tað.
Annars ávarar Anfinn Kallsberg ímóti at tvinna útbyggingina í Vágum saman við málinum um at byggja nýggja flogvøll.
- Tey bæði málini hava als onki við hvørt annað at gera og spurningurin um nýggjan flogvøll má undir ongum umstøðum gruggað málið um útbyggingina í Vágum.
- Tað hevði verið ein vanlukka og tí kann tað verða eitt sindur óheppið at hava fleiri bóltar í luftini ísenn.
Vøllurin í Vágum er gjørdur til 60.000-70.000 ferðafólk, men nú eru ferðafólkini tríggjar ferðir so mong og tí hevur tað bráðneyðugan skund at byggja vøllin í Vágum út, uttan nakað sum helst drál.
Um vit so einaferð í framtíðini skulu hava ein ella tveir vøllir í Føroyum í framtíðini, er ilt at siga.
- Men tað er greitt, at, sum støðan er nú, er torført at fáa rakstur í ein vøll. Men hvat so hendir einaferð í framtíðini, er ómetaliga torført at spáa um og skal talan verða um ein nýggjan vøll, liggur hann í øllum førum fleiri ár frammi í tíðini, sigur Anfinn Kallsberg.