Håkan Ericson, landsliðsvenjari, hevur í dag boðað frá, at Jóannes Kalsø Danielsen verður við frá byrjan, tá føroyska manslandsliðið skal spæla venjingarlandsdyst móti Liktinstein á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19.45.
– Eg hugsi um at gera tríggjar ella fýra broytingar á liðnum. Jákup B. Andreasen er upptikin av próvtøku og Sonni Ragnar Nattestad er farin aftur til Írlands. Vit hava nakrar spælarar, sum stríðast við skaða. Millum annað Gunnar Vatnhamar, sigur Håkan Ericson við FM1.
– Tað eru eisini nakrir spælarar, sum vit mugu ansa eitt sindur eftir. Ein teirra er Gilli Rólantsson, sum hevur ein lítlan snudd. Tí kann eg avdúka, at Jóannes Kalsø Danielsen verður millum teirra, ið byrja inni í morgin, sigur Håkan Ericson.
Hann hevur havt eina ætlan um at spæla við tveimum áleyparum. Tað hevði givið rúm fyri Klæminti A. Olsen, sum byrjaði á bonkinum móti Íslandi. Håkan Ericson sigur tó, at góða spælið móti Íslandi ger, at hann umhugsar at halda fast í 4-5-1 uppstillingini, sum føroyska liðið brúkti móti Íslandi.
Her hevur verið nevnt, at Petur Knudsen er ein, sum møguliga fær kjansin á vinstra vongi, meðan Tróndur Jensen og Heðin Hansen helst sleppa at royna seg á verjukenda miðvøllinum. Nakað sum Portalurin eisini hevur skrivað.
Seinasta ivamálið er hvør stendur í mál. Teitur M. Gestsson er fyrstaval í hópinum, men tað eru eisini ábendingar um, at Tórður Thomsen fær kjansin í hesum dystinum.
– Vit koma at gera nakar broytingar frá byrjan, men tað vit eisini at skifta út í leypi av dystinum. Vit mugu átaka á okkum, at vit eru favorittar, tí vit eru í C-bólkinum í Nations League, meðan Liktinstein er í D-bólkinum, sigur Håkan Ericson.
Jákup B. Andreasen og Sonni Ragnar Nattestad eru ikki við í hópinum hesa ferð, meðan Heðin Hansen er nýggjur. Millum teirra, sum ikki hava fingið minuttir í hesi landsliðssamlingini eru Tórður Thomsen, Mattias H. Lamhauge, Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard, Tróndur Jensen, Gunnar Vatnhamar.