Ferðamannaskipið Sam, ið til dagligt røkir Kalsoyarleiðina, skal í næsta mánaði á beding, har skipið skal umvælast og sýnast.
Strandfaraskip Landsins siga, at tað hevur - sum vant - nakrar tillagingar við sær, tá kabalin við skipum og farleiðum skal leggjast av nýggjum.
Tað verður fyrst og fremst Jósup, ið skal taka sær av ferðamannaflutninginum á Kalsoyarleiðini, meðan Sam er á beding, men eisini Ternan, ið vanliga røkir Nólsoyarleiðina, fer at sigla farmatúrar á Kalsoyarleiðini mánadagar og fríggjadagar.
- Tað skal nokk bera til, men hetta verður ótrúliga keðiligt, tí tað koma nógv ferðafólk í oynna, men tey koma so ikki nú, sigur Magni Garðalíð, borgarstjóri í Húsa kommunu, nú Jósup skal røkja siglingina um Kalsoyarfjørð, meðan Sam er á beding.
Magni Garðalíð sigur, at Jósup er eitt fínt ferðamannaskip, men at hann hóskar seg betri á Nólsoyarleiðini, tí tey hava ikki sama tørv á bilfergu sum kalsoyingar.
- Her eru 18 kilometrar úr enda í annan, og har eru eini 200, 300 metrar, sigur hann og heldur, at Strandferðslan heldur átti at sett Jósup inn á Nólsoyarleiðina og Ternuna á Kalsoyarleiðina.
Sam fer á beding 7. mars og verður væntandi aftur í sigling 21. apríl.