Køld luft við ælum streymar inn yvir Føroyar av útnyrðingi og norðri. Mánadagin kemur eitt brúgvalag við regni inn yvir okkum av vestri, síðani ælaveður og lýggjari luft. Seinni í vikuni kemur eitt brúgvalag við regni og vindi inn yvir landið av suðri.
Í dag
Andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi og norðri, 8 til 13 m/s. Okkurt æl, men eisini sólglottar. Hitin millum 4 og 7 stig. Í kvøld og í nátt framvegis andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Samdrigið og okkurt æl, lutvíst vátaslettingur ella kavi. Hitin millum frostmarkið og fýra hitastig, í støðum beint undir frostmarkinum.
Í morgin
Andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, um 15 m/s, men út á dagin makar hann vindin nakað. Samdrigið og okkurt æl, lutvíst við vátaslettingi ella kavi. Hitin um dagin millum 2 og 5 stig. Um náttina makar hann vindin eitt skifti í eitt lítið lot av útnyrðingi, undir 5 m/s, men út á náttina frískar hann aftur vindin í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Samdrigið og sum frá líður fyri tað mesta turt, út á náttina tó skýggjað. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig.
Mánadagin
Hann øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, sum seinnapartin hækkar í ein vestan og útnyrðing og makar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn, seinni klárar í og okkurt æl. Hitin millum 5 og 9 stig.
Týsdagin
Hann øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, stundum upp í skrið, 18 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 3 og 8 stig.
Mikudagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, sum út á dagin makar í gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Fyrst okkurt æl, seinni sólglottar og yvirhøvur turt. Hitin millum 5 og 9 stig. Um náttina øtlar hann aftur vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, seinni suðri, 10 til 15 m/s. Sum frá líður skýggjað og samregn, hitin upp í 10 stig.
Hósdagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, seinni av útsynningi. Skýggjað og regn, seinni klárar í, men okkurt æl. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina niður í 2 stig.