Kalt í tveir dagar aftrat

Bæði hósdagin og fríggjadagin verður kalt og kavaavfall

(Mynd: Ingi Sørensen)

Føroyska Veðurstovan roknar við, at tað verður kalt í tveir dagar aftrat. Veðurstovan sigur frá kulda hósdagin og fríggjadagin, og roknast kann við meira kavaavfalli.

 

Fríggjakvøldið broytist veðrið, tá verður lýggjari, og tað fer at regna. Tað verður upp í 8 hitastig um vikuskiftið.

 

Føroyska Veðurstovan sigur soleiðis um veðrið næstu dagarnar:

 

 

 

Hósdagur:

 

Frískur vindur upp í hvassan vind um útnyrðing, 10 til 15 m/s, skiftandi skýloft við kavaælaveðri. Hitin út 4 kuldastigum upp í 1 hitastig.

 

 

 

Fríggjadagur:

Lítið lot til frískt lot av ymsum ættum, minni enn 8 m/s, skiftandi skýloft og eitt sindur av kava, hitin -2 til 2 stig. Seint út á kvøldið og um náttina veksur vindurin upp í ein strúk í vindi ella skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, tað verður samdrigið við regni og kanska eitt sindur av vátakava, og hitin kemur upp í 3 til 7 stig.

 

 

Leygardagur:

Fyri tað mesta frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, men eitt skifti upp í frískan vind ella hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Alt samdøgrið skiftandi skýloft og løtur við regni, seinni ælaveðri. Hitin 3 til 8 stig.

 

 

Sunnudagur:

Frískt lot til frískan vind um útsynning, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft við ælaveðri. Hitin 1 til 6 stig.

 

 

 

(Mynd: Ingi Sørensen)