Kalt í Kaunas

Føroyska ferðalagið við landsliðsleikarum, fjølmiðlum og áskoðarum kom fram í øllum góðum til Kaunas mikukvøldið, og fyrstu venjingarnar hava longu verið á skránni

Landsliðsferð
Jákup Mørk / Álvur Haraldsen

KAUNAS: Føroyska fótbóltslandsliðið kom fram í øllum góðum mikudagin. Megin parturin av ferðalagnum kom úr Føroyum við flogfarinum hjá Atlantic Airways, men landsliðsvenjarin sjálvur, Henrik Larsen kom saman við Jón Róa Jacobsen, Jákup Mikkelsen og Christian Høgna Jacobsen við flogfari úr Danmark, og møtti so restini av ferðalagnum á Best Western hotellinum, sum landsliðið býr á.
Umframt landsliðsleikarar og fjølmiðlar, so taldi ferðalagið eisini einar 40 føroyskar áskoðarar, sum hava valt at taka allan túrin til Litava og Týsklands, og væntandi fara hesi at gera sítt til, at føroysku landsliðsleikararnir kunnu kenna seg eitt sindur heima, tá teir leygardagin fara á vøllin. Tað kann væl vera, at hesir fara at rópa og veipa nakað undir dystinum, men tað stendur í øllum førum greitt, at tey mugu bjálva seg hampuliga væl. Mikudagin, tá flogfarið lendi, var hitin ikki meira enn eini fimm stig, og roknast kann við, at hitastigini vera ikki fleiri enn trý, tá spælt verður leygarkvøldið.

Vandu alt fyri eitt
Longu mikukvøldið hevði landsliðið fyrstu venjingarnar á ferðini, og sum sæst aðra staðni á hesum síðum, so eru einstakir spælarar eitt sindur ivasamir.
Ringast stendur til hjá Jákup á Borg, sum er skaddur í lærkrikanum. Pól Thorsteinsson hevur nakað av krími og Jóhannis Joensen fekk eitt spark á øklaknútin undir venjing. Jens Pauli Marstein er lækni á ferðini, og hann skal jú eisini hava nakað at gera, og mikukvøldið var ikki so nógv, sum bendi á, at leikarar ikki verða tøkir leygardagin.
Føroyska ferðalagið verður verandi í Litava fram til sunnudagin, tá leiðin verður løgd til næsta stop á ferðini, sum er Hannover í Týsklandi.