Køld luft streymar inn yvir Føroyar av norðri og útnyrðingi. Sunnudagin fer eitt lágtrýst, á veg í ein eystan, fram við beint sunnan fyri Føroyar. Mánadagin fer eitt lágtrýst í Norðurhavinum í ein sunnan og gevur eitt skifti ein sterkan streym av kaldari luft oman yvir Føroyar. Mitt í vikuni fer ein veikur hátrýstsryggur framvið av vestri, við veikari og lýggjari vindi.
Í dag
Okkurt kavaæl, men fyrrapartin sólglottar. Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum lækkar í ein vestan og útsynning. Hitin millum 3 og 6 stig. Í nátt lot til andøvsgul av eystri og ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og turt. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.
Í morgin
Andøvsgul upp í ein strúk av eystri og landnyrðingi, 8 til 13 m/s, um náttina av norðri og útnyrðingi. Fyrst skýggjað og regn, seinni vátaslettingur ella kavi, men út á náttina klárar hann nakað í, og tað verður samdrigið. Tá kemur eisini okkurt vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.