Kalt restina av árinum

Norðanvindur og vetraræl liggja yvir landinum í løtuni. Um vikuskiftið fer eitt lágtrýst væntandi at liggja mest sum í stað sunnan fyri Ísland og tilhoyrandi brúgvaløg nærkast sum frá líður Føroyum av suðri.

 

Í dag

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 1 m/s, sum makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum 1 kuldastig og 3 hitastig. Í kvøldið og í nátt lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur klárt, men okkurt kavaæl. Hitin niður í 6 kuldastig.

 

Í morgin

Lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s, sum um náttina snarar í ein eystan. Samdrigið og okkurt vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum 3 kuldastig og 3 hitastig.

 

Leygardagin

Lot til andøvsgul av eystri, 3 til 8 m/s, sum um náttina øtlar í stívt andøvsgul, um 10 m/s. Sólglottar, men møguliga okkurt vetraræl. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig, um náttina niður í 1 kuldastig.

 

Gamlaárskvøld

Upp í stívt andøvsgul av eystri, um 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn, vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 1 og 5 hitastig.

 

Nýggjársdag

Andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13m/s, sum hækkar í ein norðan og makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn, vátaslettingur ella kavi, men út á dagin yvirhøvur turt. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.

 

Týsdagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn og hitin millum 2 og 7 stig.