Kalt vinstrabein bjargaði GÍ

29 ára føðingardagsbarnið Poul Andreas Jacobsen var tveir minuttir á vøllinum, men tað var nóg mikið til, at hann við kalda vinstrabeininum skoraði málið, sum bar við sær, at GÍ ikki flutti niður

GÍ HETJAN

Størsta drama, sum tað ber til at ímynda sær á einum fótbóltsvølli, gekk fyri seg síðstu lítlu løtuna á Skála leygardagin.
Tíðin var næstan farin tríggjar minuttir út um longdu leiktíðina, tá ið innskifti Volmar Poulsen við sínum fyrsta máli nakrantíð í bestu deildini legði SKÁLA á odda 2-1. Rómin millum orangu littu Skála spælararnar var øgiligur. Teir hildu seg vera á meistarakós. Teir høvdu fingið við, at B36 hevði javnað til 1-1 móti HB. Men teir høvdu ikki fingið við, at B36 hevði lagt seg á odda 2-1 og harvið var vorðið meistari!
Gøtumenninir, sum leygardagin vóru í hvítum troyggjum og bláum buksum, stóðu sum negldir, og niðurflytingin stóð skrivað á teimum. Men bara í ein lítlan hálvan minutt. So skifti pallurin fullkomuliga.
Poul Andreas Jacobsen, sum bara hevði verið á vøllinum í tveir minuttir, fekk framlegging í vinstru. Hann gjørdist púra leysur, smekkaði til við vinstra beini, og bólturin fór í handara síðunetið. Skála spælarar hoyknaðu niður á vøllinum. Tað var týðuligt, at teir hildu, at gullkrónurnar, sum teir í ein hálvan minutt hildu seg hava havt um hálsin, vórðu tiknar frá teimum aftur.
Gøtumenn stórfegnaðust. Men tað gekk ein løta, áðrenn teir vóru greiðir yvir, hvussu stóran týdning útjavnandi málið hevði havt. Útvarpið var so upptikið av FM hýrinum í Gundadali, at einir fimm minuttir gingu, áðrenn tað varð staðfest, at talan hevði verið um málleysan javnleik í Fuglafirði. So mundi fagnaðurin millum GÍ viðhaldsfólkini ongan enda fingið, og Skála spælararnir kundu væl liva við úrslitinum, tá ið tað var vorðið teimum greitt, at útjavnandi málið hevði ikki kostað teimum gullkrónurnar.

Stór føðingardagsgáva
Poul Andreas Jacobsen skoraði 2-2 málið fyri GÍ. Hetta var fyrsta ferðin, at hann var á besta GÍ liðnum í ár. Hann var á vøllinum í tveir minuttir á sínum 29 ára føðingardegi. Hann plagar ongantíð at skjóta við vinstra beini. Tað gjørdi hann hesa ferð, og tann skotroyndin er ítøkiliga orsøkin til, at GÍ í morgin og leygardagin móti B71 fer at fáa nýggjan møguleika at spæla fyri lívinum í Formula-deildini.
- Hatta var heilt fantastiskt. Vit kendu ikki úrslitið í Fuglafirði. Men vit vistu, at tað var alneyðugt hjá okkum at fáa stig. Eg var rættuliga leysur, tá ið eg fekk bóltin fram í vinstru. Eg rak eitt sindur, og so smekkaði eg bara til. Eg plagi ikki at skjóta við vinstra beini, men tað gjørdi eg hesa ferð, eg rakti bóltin væl, og tað var fantastiskt at síggja bóltin fara í handara síðunetið, sigur Poul Andreas Jacobsen í Gøtu.
Í ovfarakætinum vóru tað nógvar positivar viðmerkingar í GÍ leguni eftir dystarlok.
- Vinstra beinið hjá Poul Andreasi er er so mikið kalt, at tað er nóg illa, at hann er førur fyri at standa á tí!, skemtaði ein av fegnu liðfeløgunum.
- Eg havi einki vant í ár. Eg havi hjálpt til í 2. deild. Har havi eg verið í verjuni, og har hevur verið nóg mikið at gera. Tá ið Petur Mohr var vorðin venjari, heittu teir á meg um at koma at venja, og hetta var fyrsta ferðin, at eg kom inn. Eg kann ikki annað enn rósa liðfeløgunum fyri, at teir rættuliga stríddust fyri søkini, og tað var framúr gott, at vit fingu løn fyri stríðið, heldur maðurin, sum skoraði eitt tað mest týdningarmikla málið nakrantíð fyri GÍ í bestu deildini.
Helt tú so føðingardag leygarkvøldið?
- Nei, eg var sjálvur í føðingardegi í Havnini. Har vóru fleiri HB viðhaldsfólk. Vit vóru ógvuliga fegin um, at tað hevði eydnast GÍ í fyrstu atløgu at sleppa undan niðurflyingini, og tey vóru sera hørm um, at tað ikki hevði eydnast HB at vinna FM. So talan var um stórar kontrastir.

Av kambinum og á botn
Eisini í Fuglafirði vóru kensluligi kontrastirnir ógvuliga stórir. Tíðindini um at Skála hevði lagt seg framum 2-1 móti GÍ ferðaðust skjótt til Fuglafirðar. Tá ið dysturin millum ÍF og TB var liðugur, og úrslitið var málleysur javnleikur, varð í Fuglafirði roknað við, at TB hevði bjargað sær undan aftasta plássinum, og at GÍ var flutt niður.
Millum fleiri ÍF viðhaldsfólk tóktist tað ikki sum um, at tey løgdu nakað serligt í, at grannarnir nú vóru foknir úr deildini, og sjálvandi var talan um stóran fagna millum TB viðhaldsfólkini, sum vóru komin norður at stuða teirra liði.
Tá ið so tíðindini endiliga frættust um óvanliga dramatiska endan og úrslitið á Skála, vóru tað TB viðhaldsfólkini og TB spælararnir, sum noyddust at staðfesta, at hóast tað leikliga ofta hevur hilnast væl, so er steðgurin í bestu deildini í hesum umfarinum liðugur. TB skal aftur næsta ár spæla í 2. deild. TB viðhaldsfólkini syrgdu eins nógv og GÍ viðhaldsfólkini høvdu gjørt á Skála. Munurin var bara tann, at meðan vónbrotið hjá GÍ á Skála var av eftir hálvum minutti, so er niðurflytingin og avleiðingarnar av henni veruleiki, sum tey á Tvøroyri mugu liva við í hvussu so er næsta árið!