Kamarkonsert í Havn í morgin

Í morgin, sunnudagin klokk­an 16, verður kon­sert við wien­er­klass­isk­um kam­ar­tónleiki í Lær­­a­r­­­a­­skúl­a­høllini í Havn.

Martin Mouritsen, klarinett, Jón Festirstein á violon, og Árni Hansen við klaverið

Tað eru tey fýra, Ingi­bjørg Hansen, sang,  Jón Fest­ir­stein, violin og bratsch,

 

Martin Mouritsen, klar­inett og Árni Hansen, klav­er, sum framføra.

 

Jón, Martin og  Árni hava all­ir sína tón­leika­út­búgv­ing frá Det Kg. Danske Mus­ikk­on­serv­a­tor­ium í Keyp­mann­a­havn. Ingibjørg hev­ur fing­ið tímar í sangi hjá Ernst Sondum Dalsgarð. Ingibjørg hevur sung­ið á nógv­um konsertum,  m.a. hev­ur hon í fleiri førum lut­tik­ið á væl­um­tóktu kon­sert­u­num, sum Ernst hevur skip­að fyri á ólavsøku í Havn­­ar Kirkju. Ingibjørg, sum vaks upp í Mikladali, er tann­­­lækni og arbeiðir hjá skúl­­a­­­tann­læknanun í Havn. 

 

Jón er vi­o­lin­lær­ari á Tórs­­havnar Mus­ikk­skúla og á Tón­­list­a­skúlanum í Eyst­­ur­­kommunu og spæl­ir ofta í ymiskum høpi, m.a. spæl­ir hann  vi­o­l­i­n og bratsch í Føroya Sym­fo­ni­or­k­estri.

 

Martin et stjóri fyri før­oysku mus­ikk­skúla­skip­anini og spæl­ir eis­ini í Før­oya Sym­fon­i­or­kestri.

 

##med2##

 

Árni er eftirløntur tón­­­leik­­­­­a­lærari frá Før­oya Lær­­­ar­a­skúla.

 

Tað sum framført verð­­­ur, er:

 

Violinsonata eftir Schu­­bert - Tríggir sangir, m.a. Ave Maria, eisini eft­ir Schu­­bert - Rom­ansa í F-dur fyri violin og klav­er eft­ir Beet­hoven og trio fyri klar­i­nett, bratsch og klav­er, “Kegel­statt­rio” eft­ir Mozart.

 

Tiltakið er stuðlað av Tórs­­havnar Kommunu og Kon­­sert­­felagnum.

 

Tað er ókeypis at­gongd, og kor­on­u­til­mæli verða fylgd, siga fyr­i­reik­ar­ar­nir.

 

Martin Mouritsen, klarinett, Jón Festirstein á violon, og Árni Hansen við klaverið

Fyrrverandi tón­leika­lærarin á Lær­ar­a­skúl­anum, Árni Han­sen spælir klav­er, og Ingibjørg Hansen, sum fer at syngja