So stinnur tú stendur mót norði tær vendir,
hyggur inn um vágna og breiðánna og sær
Fuglfjarðarskarð.
Gamal, men ikki boygdur av elli
skoðar borgina og húsafellið,
brekkurnar brattar heilt uppá slættar,
Gjógvaráfjall við tína lið,
Blábjørg í vestri við,
Tyrlar og Lorvíksfjall,
millum hesi at standa varð títt kall.
Við fót tín ferðaðust forfedrar okkara, tá ið teir komu til býggja,
nútíðarfólk kanst tú ikki síggja,
sum tey fúka framvið eitt sindur niðari.
Uttanfyri liggur dalurin fríður
hin nýggi Fuglfjarðarbýur,
gøturnar slættar og breiðar,
gamlir torvheiðar.
Dánial Richardsson.