Kambur besti línubátur í Føroyum

Nú árið er um at verða liðugt, er greitt, at línuskipið Kambur hevur størsta veiðivirðið í 2010, slakar 16 miljónir krónur

FISKIVINNA

Kambur er besti línubátur í Føroyum í ár. Skipari og manning hava fiskað tilsamans 1350 tons í ár, sum eru seld fyri slakar 16 miljónir krónur. Árið í fjør var eitt sera vánaligt ár hjá línuskipaflotanum, og tá fiskaði Kambur fyri slakar 12 miljónir krónur.
Skipari á Kambi er royndi línuskiparin av Eiði, Mortan Mortensen. Hann hevur ført Kamb, síðan skipið fekk hetta navn fyri hálvum fjórða ári síðan.
Kambur er fyrrverandi Jógvan Norði, sum tá var heimahoyrandi á Toftum, Nú er skipið heimahoyrandi á Strondum, og Mortan er eisini ein av eigarunum.
Næst besti línubátur í ár er Stapin, sum er heimahoyrandi á Toftum. Stapin hevur fiskað fyri slakar 14 miljónir krónur, og skipari er Jákup E. Eidesgaard, ið er granni hjá Mortani á Eiði.
Útgerðarmaður hjá Kambi og Stapanum er hin eini og sami, Kristmund Johannesen, sum hevur skrivstovu í Frostgoysmluni á havnalagnum hjá Runavíkar havn.

Longa og brosma
Mortan Mortensen hevur ført línuskip, síðan hann var 27 ára gamal í 1988.
- Fyrsta skipið, eg førdi burtur av, var Thomas Nygaard. Eg fór at føra Thomas Nygaard í 1989 og førdi førdi skipið í fimm ár. Síðan fór eg umborð á línuskipið, Sigmund.
Mortan Mortensen sigur, at nú so nógvur smátoskur hevur verið at fingið í ár, hava teir fyri tað nógva roynt á djúpari vatni.
- Ein stórur partur av veiðini hjá okkum í 2010 hevur soleiðis verið longa og brosma, sigur royndi skiparin.