Somu línubátar, sum vóru bestir og næst bestir í fjør og fyrraári, eru aftur bestir í ár. Kambur hevur eitt veiðivirði, sum er 17,6 miljónir, og Stapin á øðrum plássi hevur fiskað og selt fyri 16,2 miljónir krónur.
Tað eru skipararnir og eiðismenninir, Mortan Mortensen og Jákup E. Eidesgaard, sum føra hesi skip. Reiðari er Kristmund Johannesen. Tað er P/F M&S, sum eigur Kamb og P/F Regn, ið eigur Stapan.
Mortan og Jákup búgva beint yvir av hvørjum øðrum á Eiði, og kappingin um størsta veiðivirðið hevur staðið millum teir báðar og manningar teirra hesi seinastu árini.
Mortan hevur ført línuskip, síðan hann í 1988 var 27 ára gamal. Jákup E. Eidesgaard hevur eisini drúgvar royndir sum línuskipari. Báðir eru teir nærlagdir menn - við góðum reiðara og góðari manning, heilt úr lastini um maskinrúmið og upp á dekkið.
Kambur, sum í ár hevur fiskað fyri 17,6 miljónir krónur, fiskaði fyri 16,5 miljónir í 2011, slakar 16 í 2010 og fyri 12 miljónir krónur í 2009.
- Árið í ár er hitt besta hjá okkum. Tað er serliga veiðan eftir longu og brosmu, sum hevur roynst væl. Høvdu vit ikki hendan fiskin at farið eftir, hevði ikki verið væl vorðið, sigur skiparin, Mortan Mortensen.
Á myndini liggja Kambur og Stapin við bryggju á Toftum.