Í indiska landspartinum Rajasthan er eftirspurningurin eftir kamelmjólk fleirfaldaður, eftir at ein 88 ára gamal maður gjørdist pápi herfyri. Hann heldur uppá, at tað var kamelmjólkini fyri at takka, at hann var førur fyri at útinna eitt slíkt bragd á gamalsaldrinum.
Bløðini skriva, at fleiri túsund menn hava staðið í bíðirøð teir seinastu dagarnar at keypa kamelmjólk, sjálvt um læknarnir siga tað vera heilt óhugsandi, at kamelmjólkin hevur ta ávirkan, sum tann 88 ára gamli vil vera við.
Tey, sum selja kamelmjólk, eru í góðum hýri, tí prísurin á mjólkini er hækkaður nógv, nú eftirspurningurin brádliga er vaksin so nógv.