Kampingplássið Niðri á Møl á Eiði heldur fram

Eiðis kommuna leitar nú eftir leiðara ella fyrisitara til kampingplássið.

 

Eiðis bygdaráð hevur samtykt at halda fram við at brúka gamla fótbóltsvøllin Niðri á Møl á Eiði til kampingpláss.

 

Í hesum sambandi leitar kommunan nú eftir leiðara ella fyrisitara til hetta virksemið.

 

Kommunan leitar eftir fólki við áhuga og hegni at átaka sær at standa fyri og samskipa kampingplássið.

 

Tað er trivnaðarnevndin í Eiðis kommunu og forkvinnan, Fríða Jóinsdóttir Joensen, sum kunnar møguligar umsøkjarar um viðurskiftini.

 

Kommunan ynskir skrivligar umsóknir, og freistin at søkja sum leiðari fyri kampingplássið Niðri á Møl er sett til mikudagin hin 12. apríl.