Fyrsta viðgerð av Fíggjarlógini fyri 2021 byrjaði í gjár, 6. oktober. Og hesin dagur minnir okkum á, at tað skal vera gott skil á landsins búskapi og landsins skipanum.
Ein javnvág millum inntøkur og útreiðslur, eitt grundleggjandi og gott fótarbeiði í samfelagskritiskum funtiónum og reglulig røkt av ognum og tilfeingi. Tað skylda vit teimum, sum undan fóru og bygdu upp, tað skylda vit fólkinum, sum nú er uppi á døgum og sanniliga skylda vit komandi ættarliðum hetta, at tey fáu priviligeraðu, sum her sita, umsita samfelagið væl.
Vit síggja tó at sitandi stjórn ikki í nóg stóran mun tryggjar inntøkur til allar útreiðslurnar og íløgurnar, sum hon ætlar at gera.
Tað er hugstoytt, at avlopið, sum vit lótu upp í hendurnar á hesum yvir um løgtingsval, er horvið og vorðið eitt munandi undirskot à fíggjarlógini fyri 2021.
Tað ikki skynsamur fíggjarpolitikkur – her eru tey fallin fyri freistingini at tøma kassan – sum so ofta fyrr. Vit kenna hetta, at hjá nógvum er eingin kjansur at lata ein pengakassa fáa frið, so hann kann nýtast til konjunkturjavnandi átøk til rætta tíð.
Eg kann fegnast um ymisk mál hjá samgonguni – ikki minst fleiri av teimum verkætlanum, sum vit og eg sjálv byrjaðu og fyrireikaðu seinasta valskeið, og sum nú antin halda fram ella verða settar á skrá og fáa ta fígging, sum eg ikki náddi at fáa teimum, nú tey stóðu klár til undanfarna løgtingsval.
Eg fegnist m.a. um, at ný – og umbyggingin á Miðnámi á Kambsdali, nú loksins sær út til at verða raðfest og fara í gongd. Tørvurin er sera stórur á ordiligum hølisviðurskiftum til m.a. náttúruvísindaliga økið, sum øll vita má raðfestast. Hetta projektið var klárt, tá vit løgdu frá okkum.
Eisini fegnist eg um, at verkætlanin ‘Føroyskt sum annaðmál’, nú hevur fingið uppskot til eina meira realistiska játtan til FL21, tí verkætlanin var gjørd, staðfest og farin í gongd, tá undanfarna landsstýri slepti. Men hon er undirfíggjað í inniverandi fíggjarári. M.a. miðaðu vit ímóti at fáa serútbúgving innan hetta fakøki til lærarar í kvøldskúlum, í fólkaskúla og á miðnámi í gongd í august 2020.
So eru nøkur mál, sum eg má kritisera, tí tey eru fullkomiliga sett á eitt síðuspor, hóast tørvurin á játtan og arbeiði er ovurstórur og týdningarmikil fyri okkara land.
Fróðskaparsetrið er sett at fáa uml 170 mió til ný- og umbygging frá 2022 til 2030 – við rættiliga smáum upphæddum, sum ger meg ógvuliga stúrna um, at samgongan ikki raððfestir eina veruliga góða kampusætlan, hóast hølisviðurskiftini hjá fleiri av deildunum og hjá Setrinum sum heild als ikki eru nøktandi. Tað er ómetaliga hugstoytt, at fremsti vitanarstovunurin í Føroyum ikki fær hægstu raðfesting – hølisliga, men sjálvandi eisini rakstrarliga.
Okkara tjóðleikhús skal sambært langtíðaríløguætlanini standa í gerð í eini 8 ár – eg má spyrja, hvussu hongur hetta saman?
Eitt annað fakøki, sum eg síggi als ongan góðan eigur, er tað føroyska málið – fótarbeiðið við málrøktandi, streategiskum og uppbyggjandi arbeiði fyri okkara fremsta mentanararv, menanarberan føroyskt, tað fimta norðurlendska málið - hesin egni lívsseigi kvisturin av norðurlendsku greinini á germanska bulinum á indoeuropæiska máltrænum.
Arbeiðast kann tí ikki í nóg stóran mun við Móðurmálsorðabókini, við at leggja veruligar ætlanir fyri mál og máltøkni og fleiri aðrar tættir. Mann vil snøgt sagt ikki nóg nógv við tí føroyska málinum – mann vil alt ov lítið.
Okkara egna Málráð, er fullkomiliga undirfíggjað, virkismøguleikarnir hjá Orðabókagrunninum eru skerdir fullkomiliga. Nám fær pening, men ikki til nýmenning á føroyskum innan miðnám, har túsundur ung føroysk menniskju hava sína dagligu læringsgongd.
Tað sæst greitt, at tiltøkini fyri føroyska málið ikki eru heildarkend, ikki eru grundleggjandi raðfest, og at smá fet verða vald fram um tað maraton, sum er alneyðugt fyri okkara land og okkara forna dýrgrip, føroyskt. Framsókn legði fram uppskot um heildarætlan fyri føroyskt mál í fjør, men varð hetta tíverri felt, og hetta fíggjarlógaruppskotið staðfestir, hvussu smáar visjónir og ætlanir hendan samgongan hevur innan eitt so samfelagskristiskt øki.
Tá tað kemur til skúlaøkið, so eigur eitt og hvørt landsstýrið at tryggja, at lærarar hava bestu arbeiðsumstøður, nóg góða tíð til at fyrireika undirvísing og til at rætta uppgávur, at gera eftirmeting og at hava stundir til hvønn einstakan næming.
Her er ein alstór uppgáva hjá landsstýrinum at bøta um ársverkið hjá fólkaskúlalærarum og miðnámsskúlalærarum, har fólk av holdi og blóði fakliga uppala okkara børn og ung, venja tey á mongum økjum og tryggja okkum, at fortreytin fyri framgongd er framhaldandi. Sum støðan er í dag, so undirvísa øll hesi ov nógvar tímar um vikuna. Stutt og greitt!
Ein vinnugeiri, sum er tætt tengdur at hesum við okkara máli og samleika, er filmsvinnan, tónleikavinnna og pallistin – hesi øki sum frammanundan ikki hava verið so øgiliga høgt raðfest í Føroyum skipanarliga hóast eitt øgiliga stórt potentiali og ein rimmar skapanarhug.
Her sæst ikki ein greiður politikkur hjá samgonguni: 200 tús í afturberingarskipanini, eingin hækking til Filsmhús og Tónleikaútflutningsstovu, sum arbeiða við at vinnumenna í kreativa geiranum og við at útvega marknaðaratgongd. Og so bert 200 tús í hækking til filmsstuðulin.
Tá verður leingi at koma upp á tær minst 5 mió, sum ein slíkur grunnur má hava sum fæ, til at møta einum tørvi í føroyskum mátistokki. Eisini í Mentanargrunninum er eitt arbeiði at gera fyri m.a. týðing av leikum, at geva betri møguleikar at skriva skaldsøgur og leikrit á føroyskum. Hesin sokallaði rakstur er íløga í borgir, brúgvar og vegir hugans – á føroyskum í sinnum okkara egnu.
Tey føgru orðini um, at útreiðslur mugu tálmast, falla til jarðar, tá einasta staðið okkara stjórn sær meining at útvega pening, er millum tey, sum bera eitthvørt brek ella hvørs heilsa er skerd. Vit hava jú verið vitni til, at stjórnin hevur forðað okkara samfelagi at fáa regluligar og væl rættvísgjørdar inntøkur frá høvuðsvinnu og alivinnu.
Tá var eingin ivi. Men nú gongur ikki upp, og samgongan livir ikki upp til egin fíggjarlig prinsipp, sum hon bedýraði í andstøðu. Og tá kemur raksturin millum tey veikastu í skotmála. Tá hetta er útgangsstøðið, máar tað alt erligt kjak um skynsaman rakstur burtur, og tingfólk, eisini tey hjá samgonguni drýpa høvur í skomm. Tí hetta hongur ikki saman.