Kampusch fær ikki endurgjald

Í Eysturríki hevur stjórnin havnað einum endurgjaldskravi frá Natashu Kampusch, sum bleiv burturflutt og var fangi hjá burturflytaranum, Wolfgang Priklopil, í átta ár. Natasha Kampusch bleiv burturflutt, tá hon var 10 ára gomul, men í 2006 eydnaðist tað henni at sleppa til rýmingar.

Løgreglan kom rættiliga skjótt fram á navnið Wolfgang Priklopil. Hann bleiv tikin til avhoyringar, men varð latin leysur. Stutt eftir gjørdi hann av við seg.

Natasha Kampusch vil vera við, at arbeiðið hjá løgregluni í sambandi við hennara mál var stak vánaligt og illa skipað. Hon heldur uppá, at løgreglan gjørdi fleiri mistøk, og at hon kundi verið funnin longu stutt eftir burturflytingina. Tí kravdu hon og sakførari hennara eina millión evrur ella 7,5 milliónir krónur í endurgjaldi frá tí almenna, men hesum kravi hevur stjórnin í Wien nú víst frá sær.