SAMANUM 17. UMFAR
HB er føroyameistari 2003. Hjartaliga tillukku við tí. Við seytjanda meistaraheitinum hevur HB endiliga fingið KÍ aftur. Gongdin seinastu fjórðings øldina hevur boðað frá, at tað var bara ein spurningur um tíð, áðrenn HB fór at fáa klaksvíkingarnar aftur. Nú hava teir gjørt tað. Spurningurin er so, um tað fer at verða annað av hesum feløgunum, sum næsta ár, tá ið bæði feløgini fara at runda tey eitt hundrað árini, fer at leggja seg einsamalt á odda í samlaðu FM kappingini síðani 1942. KÍ vann fyrsta FM heitið í 1942. HB vann ikki fyrsta FM heitið fyrrenn í 1955. Næsta FM heitið vunnu teir í 1960. Tá hevði KÍ verið meistari átta ferðir.
Leygardagin fær HB vitjan av javnaldranum úr Klaksvík. Tað er greitt, at HB leygardain fyri annað árið á rað fer at fáa FM steypið og gullkrónurnar, meðan klaksvíkingar skulu berjast fyri at verja fimta plássið. Vánirnar, fyri at tað skal eydnast, eru einki serligar. Fleiri av spælarunum eru leikbannaðir eftir gul kort ímóti NSÍ, og onkur spælari verður burturstaddur.
HB hevur verið oddalið so at siga síðani kappingarbyrjan í ár. Hesar seinastu vikurnar hava B36, B68 og eisini NSÍ kjálkast fram ímóti oddasessinum, tí HB misti stig ímóti lægri staddu feløgunum. Eitt nú megnaðu teir ikki meiri enn málleysan javnleik ímóti illa stadda VB í Gundadali og esini javnleik á Mølini.
Men tá ið mest ráddi um, vísti HB, at teir eiga meistaraskapin uppibornan. Í 11. umfarinum vunnu teir á heimavølli 1?0 á NSÍ, í 16. umfarinum vunnu teir 2?0 ímóti B68 í Gundadali, og sunnudagin vunnu teir 2?0 á B36.
Fleiri FM
Nógvu tey seinastu árini hevur HB vunnið nógv fleiri FM heiti í yngru deildunum, enn øll hini feløgini hava vunnið tilsaman. Aftur í ár hevur HB gott tak á yngru deildunum. Unglingarnir vunnu í síðstu viku FM finaluna ímóti EB/Streymi, piltarnir hava vunnið FM heitið, og smápiltarnir eru eisini meistarar.
Á kvinnusíðuni hevur ikki hilnast so væl hjá HB, men tað tykist vera vón fyri stavn. HB hevur í ár vunnið FM og steypakappingina í deildini fyri gentur 14?17 ár.
Á minussíðuni hjá HB stendur ivaleyst, at tað ikki eydnaðist teimum at vinna Løgmanssteypið. Teir stíla høgt á hvørjum ári, og teir eru ikki heilt nøgdir, uttan at teir hava vunnið bæði FM og steypakappingina, men tað munnu teir ikki hugsa so nógv um akkurát nú.
Sunnukvøldið var rómur í høvuðsstaðnum og í HB húsinum. Millum spælararnir eru fleiri við rættuliga nógvum royndum. Áður hevur onkur teirra sagt, at teir fara at gevast. Men eftir sigurin á B36 og aftaná at tað var greitt, at HB aftur var meistari. vildi ein týðuliga rørdur Jan C. Dam og aðrir veteranar ikki siga nakað um, hvussu tað verður við framtíðini.
Hóast HB eigur og altíð hevur átt nógvar góðar ungar fótbóltsspælarar, so er tað merkisvert, at seks av teimum fyrstu ellivu, sum vóru á liðnum ímóti B36, eru uppvaksnir í øðrum feløgum. Her verður hugsað um Símun Eliasen, sum í yngru árunum spældi í ÍF, Rógva Jacobsen, sum er uppvaksin í KÍ, Tór?Ingar Akselsen, sum hevur spælt í Sandavági og FS Vágum, Rúna Nolsøe, sum áðrenn hann fyri ellivu árum síðani kom til Havnar, hevði spælt við VB, og Nicu Dogaru, sum ikki hevur spælt í Føroyum fyrrenn hesi seinastu árini. Hinir, sum mannaðu liðið sunnudagin eru og hava altíð verið HBarar. Teir eru Bárður Johannesen, Janus M. Joensen, Hans á Lag, Jan C. Dam (onkur ár í øðrum feløgum) og Hall Danielsen. Annar innskiftarin, Andrew av Fløtum, hevur altíð verið HB spælari, meðan hin, Kári Nielsen, er ættaður av Sandi. So tað eru ivaleyst mong manga staðni, sum á onkran hátt kanna sær part av HB meistaraheitinum.
Botnurin ógreiður
B68 styrkti við heimasigri á GÍ um sín silvurmøguleika. B36 og B68 fara leygardagin á útivølli at finna út av, hvat teirra skal hava silvur og hvat lið skal hava bronsuna. Toftamenn skulu til Vágs, og B36 skal til Gøtu. Bæði B68 og B36 skulu næsta ár spæla í UEFA Cup undankappingini. HB skal spæla í undanumfarinum til meistarakappingina, og NSÍ skal spæla í Intertoto Cup. GÍ, sum øll árini síðani 1994 hevur verið í altjóða kappingum, sleppur ikki upp í part næsta ár.
Í botninum hevur Skála ikki givið skarvin yvir. Sum seinasta kappingarár eru teir farnir undir endaspurt. Sunnudagin vunnu teir 4?3 í Miðvági. Skála er framvegis aftast, men teir kunnu fáa FS Vágar aftur. Tvey stig eru á muni. Fyrsta treytin hjá Skála er, at teir leygardagin vinna á heimavølli ímóti EB/Streymi, sum skal spæla fyri fyrstu ferð nakrantíð at vinna fimta plássið. Um teir skulu sleppa upp á níggjunda plássið, so er hin treytin, at FS Vágar einki fær í Runavík. NSÍ hevur einki uttan æruna at spæla fyri. Teir eru og verða nummar fýra.
ÍF er nýtt lið í bestu deildini, og næstaftasta liðið í 1. deild skal spæla um pláss í 1. deild ímóti TB. Tríggir møguleikar eru fyri næstaftasta plássinum. Um botnliðini ikki fáa stig leygardagin, so verður FS Vágar næstaftast og harvið mótstøðulið hjá TB. Skála og VB eru hinir møguleikarnir.