Myndin sigur tað mesta, sum sigast skal. Súni Olsen var ikki smávegis frekur, tá hann gjørdi seg til reiðar at skjóta fríspark.
Hóast málverjin vardi sína høgru síðu av málinum, so kundi hann einki gera við dundurskotið, sum varð sent móti tríkantinum, og so er Føroyar á odda.
Talan var um triðja landsliðsmálið hjá Súna, og eru tey øll komin eftir deyðbóltsstøður ímóti baltiskum londum. 10. september í 2003 skoraði Súni frálíkt frísparksmál móti júst Litava á Svangaskarði. 4. juni í fjør setti hann brotsspark í netið, tá føroyar taptu 3-4 móti Estlandi í Tallinn. Og í gjár setti hann altso hesa frísparkskanónina inn móti Litava á Svangaskarði.