Í minsta lagi fýra fólk eru dripin í einum skottilburði í kanadiska býnum Fredericton. Tað skrivar bretska public service støðin BBC.
- Av teimum fýra fólkunum, ið vórðu dripin í skottilburðunum í Brookside Drive í morgun, vóru tveir løgreglumenn. Í løtuni verða eingin nøvn almannakunngjørd. Vís virðing fyri, at hetta er ein trupul tíð hjá familjunum og okkara samstarvsfeløgum. Nærri kunning verður veitt, tá høvi er til tað, skrivar lokala løgreglan um hendingina á Twitter.
Løgreglan upplýsir eisini, at gerningsmaðurin handtikin, men enn er ógreitt hvar orsøkin var til skottilburðin.
Kanadiski forsetin Justin Trudeau hevur eisini viðmerkt hendingina á sosiala miðlinum Twitter.
- Ræðandi tíðini úr Fredericton. Eg havi samkenslu við øll, ið eru ávirkað av skottilburðunum í dag. Vit fylgja støðuni, skrivar forsetin.