Í gjárakvøldið og í nátt vóru play-off dystirnir til fjórðingsfinalurnar í íshokki avgreiddir í Vancouver.
OL-Vertstjóðin, Kanada vann ein sannførandi 8-2 sigur á Týsklandi, og tað merkir, at Kanada skal møta Russlandi í fjórðingsfinaluni, sum uttan iva verður eitt minniligt brak av einum dysti.
Noreg fall við æru, tá teir tepurt 3-4 ímóti Slovakia. Úrslitið merkir, at Slovakia skal spæla fjórðingsfinalu ímóti Svøríki.
Kekkia vann ein tepran 3-2 sigur ímóti Lettlandi, og kekkar skulu spæla fjórðingsfinalu ímóti Finnlandi. Sveis vann eisini 3-2 á Hvítarusslandi, og Sveis skal møta USA í sínari fjórðingsfinalu.
USA og Sveis spæla klokkan 20 í kvøld. Klokkan hálvgum eitt í nátt byrjar tað stóra brakið millum Kanada og Russland. Dysturin millum Finnland og Kekkia byrjar klokkan trý í nátt, og klokkan fimm kunnu tey morgunfrísku hyggja eftir dystinum millum Svøríki og Slovakia.
Hálvfinalurnar verða fríggjakvøld, og náttina til leygardag. Finalan verður sunnukvøldið klokkan 20.15.