Seks kandidatar til Ársins leiðarar 2012 funnir
Seks sterkir topp kandidatar til Ársins leiðarar 2012 eru funnir. Tríggir innan privata vinnulívi og tríggir innan tað almenna.
Fríggjadagin 27. januar verður Ársins leiðaradagur á Hotel Føroyum. Hetta er 8 ferð Ársins leiðari verður kosin og triðja árið tveir leiðarar verða valdir, ein innan privatu vinnuna og ein innan tað almenna.
Í 2011 gjørdist Ragnar Joensen, stjóri Marine Harvest ársins privati leiðari, og Heðin Mortensen, borgarstjóri Tórshavnar kommuna ársins almenni leiðari.
Almenningurin hevur havt møguleika at senda inn tilnevningar, og hevur áhugin verið stórur. Dómsnevndin, sum tekur endaliga avgerð um, hvør verður Ársins leiðari 2012, hevur funnið fram til 3 sterkir topp-kandidatar innan bæði tað privata og tað almenna. Í dómsnevndini sita Bergur Poulsen, stjóri í Havsbrún, Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinna í Vága Floghavn og Magnus Tausen, stjóri í NÁM.
Topp 3 kandidatar innan privatu vinnuna eru í tilvildarligari raðfylgju:
Johanna á Bergi, stjóri, Faroe Ship
Søren L. Bruhn, stjóri, Suðuroyar Sparikassi
Hendrik Egholm, stjóri, Magn
Top 3 kandidatar innan tað almenna eru í tilvildarligari raðfylgju:
Halldis Joensen, leiðari, Heimið við Vallalíð
Hanus Joensen, skúlastjóri, Tórshavnar Kommunuskúli
Gunnvá við Keldu, borgarstjóri, Klaksvíkar kommuna
Ársins leiðarar 2012 verða avdúkaðir á Ársins Leiðaradegi fríggjadagin 27. januar kl. 15.00 á Hotel Føroyum.