Kandis í Filmsfelagnum

”Kandis for livet” er ein lívsjáttandi, undirhaldandi og hjartanemandi filmur um ein breiðan skara av áhoyrarum, sum dyrka Kandis, og hava eitt heilt serstakt samband við dansk-topp sangaran Kandis-Johnny, ið gevur troystartríkar og meiningsfullar løtur.

 

Uttan sminku og nakað tilgjørt sleppa vit afturum fyrimyndina og idolið, Kandis-Johnny, og hitta fólk úr fjepparaskaranum.

 

Hóast tey ikki kennast, hava tey eitt tætt og sterkt knýti til fremsta dansiorkestrið í Norðurlondum, har Johnny av summu verður fataður sum ein Personal Jesus, ið Depeche Mode syngja um.

 

Filmurin bjóðar okkum inn í almennar medmenniskjansligar søgur um eydnuleysan kærleika, einsemi, at siga farvæl við tey, tú elskar og at endurfinna mista kærleikan.

 

Í hesum bergtakandi heimildarfilmi verður gjørt greitt, at einsamallur kann eingin kann reisa seg aftur, sum sagt verður á plakatini.

 

Ole Wich fer at innleiða sýningina við "Kandis for livet", har hann fer at leggja dentin á kitsch.

 

”Kandis for livet” verður sýndur í Filmsfelagnum mikudagin 3. november og sýningin er almenn.

 

##med2##