- Kann eggja lesandi at koma heimaftur

Nýggj A-kassa avtala kann fáa fleiri føroyingar heimaftur.

- Hóast tríggir mánaðir ikki ljóðar av nógvum, so kann hetta gera stóran mun fyri føroysk lesandi. Lesandi er oftast heldur ikki longri enn tríggjar mánaðir í einari tílíkari skipan - so hetta er avgjørt eitt stig á røttu leiðini.

 

Tað sigur forkvinnan í føroysku nevndini hjá Meginfelag Føroyskra Studenta, Turid Christophersen um avtalu, sum tryggjar føroyskum lesandi peningaligan stuðul beint eftir loknan lesnað.


Í vikuni varð kunngjørt, at Vinnumálaráðið og avvarðandi danskir myndugleikar høvdu fingið upp í lag semju, sum loyvir føroyskum lesandi at fáa pening úr donskum A-kassa við sær til Føroyar í tríggjar mánaðir.

 

- Hetta er ein avtala, sum vit hava eftirlýst leingi, og eg eri sannførd um, at ein fíggjarlig trygd sum hendan kann føra við sær, at fleiri fólk flyta heimaftur, sigur Turid.

 

Í verandi støðu, kunnu føroysk lesandi ikki skráseta seg í ALS skipanina beint eftir loknan lesnað

 

A-kassaavtalan millum føroysku og donsku myndugleikarnar verður sett í verk 1. januar 2015. Tað margháttliga við avtaluni er, at hon fer bert at fevna um lesandi, sum eru í donskum a-kassa frammanundan. Tað merkir, at føroysk lesandi í Danmark fáa betri fíggjarligar sømdir, tá ið tey venda aftur til Føroyar, enn tey føroysku lesandi í Føroyum fáa.

 

Til ber at hoyra samrøðuna við Turid við at trýsta á pílin undir myndini