Tey, sum eru vald í eitt kommunustýri at umsita skattgjaldarans pening, skulu altíð gera tað ábyrgdarfult.
Tað staðfestir Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í innlendismálum. Og hon ætlar hon ikki at broyta lógina, so at sum avmarkar rásarrúmið hjá kommunustýrislimum at brúka pening.
Annika Olsen, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, hevur víst á, at støðan, sum nú er, eggjar ikki til at føra ábyrgdarfullan politikk. Tvørturímóti kann støðan, ið ringasta føri, elva til oyðsl, sigur hon.
Hon vísir á, at tá eitt løgtingval verður útskrivað, missir landsstýrið allar sínar politisku heimildir.
Eftir at løgtingsval er útskrivað, kann Landsstýrið kann ikki gera lógir‚ brúka pengar ella skriva undir avtalur og sáttmálar. Orsøkin er‚ at tað skal ikki bera til at binda eitt komandi landsstýri og Løgting. Øðrvísi er galdandi fyri kommunustýrini. Kommunuval er 8. november, men nývalda kommuustýrið tekur ikki við fyrrenn 1. januar.
Sostatt varðveitir tað fráfarandi kommunustýrið sínar fullu heimildir at brúka pengar frá tí at valið hevur verið, til tað nývalda stýri tekur við.
- Hetta kann í ringasta føri elva til, at komandi kommunustýri verður niðurbundið fíggjarliga nógv ár fram í tíðina, sigur Annika Olsen.
Sirið Stenberg sigur, at nýggj kommunustýri verða vald fjórðahvørt ár. Valið er altíð annan týsdag november, men valskeiðið er til 31. desember, tá ið nýggja kommunustýrið tekur við. Og hon leggur afturat, at hon hevur ongar ætlanir um at broyta lógina á hesum øki.
- Ongar avmarkingar eru í ræðisrættinum hjá kommununi í valskeiðinum og nývalda kommunustýrið hevur bara eina uppgávu áðrenn 1. januar og tað er at skipa seg.
- Orsøkin til, at nývalda kommunustýrið ikki tekur sæti á býráðnum fyrr enn 1. januar árið eftir, fyri at tað skal bera til at viðgera møguligar klagur um valið, áðrenn nývalda kommunustýrið tekur við.
- Peningurin, kommunustýrið hevur at arbeiða við, er goldin av skattaborgarum í kommununi ognýtslan eigur tískil at vera fíggjarliga ráðilig. Hetta er eisini galdandi frá tí, at val hevur verið, til nývalda kommunustýrið tekur við, sigur Sirið Stenberg.