Kann enda við blóðbaði

Myndugleikarnir í Svøríki stúra fyri, hvat kann henda, nú løgreglan leitar eftir tveimum flýddum fangum. Annar teirra er alvápnaður

Svenska løgreglan hevur framvegis ikki funnið teir báðar menninar, sum flýddu úr einum fongsli hóskvøldið í síðstu viku. Menninir tóku ein fangavørð við sær, men hann bleiv funnin nakrar tímar seinni.

Sambært Aftonbladet hevur løgreglan illgruna um, at vinmenn hjá øðrum fanganum hjálpa honum at fjala seg, og at teir hava givið honum eina rúgvu av vápnum. Fangin, tann 28 ára gamli Tobias Jardeberg, verður hildin at vera limur í altjóða brotsmannafelagsskapinum International Evil Minds, sum hevur einar 50 limir í Svøríki.

-Tað eru teir, sum hjálpa honum og hinum fanganum. Teir hava givið teimum ísraelsk vápn. Hetta kann enda við einum hópdrápi, segði ein løgreglukelda við Aftonbladet í gjár.

Løgreglan heldur, at teir báðir fangarnir fjala seg onkunstaðni í Værmlandi ella Vestara Gøtalandi.