Myndugleikarnir í Bali hava tikið bretsku kvinnuna Lindsay Sandiford fyri at hava smuglað 4,7 kiko av rúsevninum kokain. Rúsevnið, sum kvinnan hevði fjalt í sínum kufferti, er umleið 15 milliónir krónur vert, og tað skuldi latast trimum bretum og einum indara á Bali. Teir eru nú eisini tiknir.
Bali var fyrr eitt paradís hjá rúsevnasmuglarum, men tey seinastu tíggju árini eru myndugleikarnir farnir í hernað ímóti smuglingini. Revsingin er eisini sera hørð. Tann, sum smuglar meiri enn eitt gram av rúsevni, kann fáa deyðarevsing.
Í løtuni eru 140 fólk, sum hava fingið deyðadóm, og sum bíða eftir, at dómurin skal fremjast í verki. Ein triðingur av teimum eru útlendingar.