Ein 25 ára gamal maður úr Havn er skuldsettur fyri drápsroynd móti tveimum løgreglufólkum, ið vóru til arbeiðis, mikumorgunin tann 11.september í ár. Hetta er tann álvarsligasta av fleiri ákærum, ið kunnu geva upp til fýra ára fongsul. At ovara markið er sett til fýra ár, gingu bæði verji og ákæri við til. Málið byrjaði í Føroya Rætti týsmorgunin.
Hendingin fór fram í Magnus Heinasonargøtu í Havn, um seks tíðina um morgunin, mikudagin tann 11.september. Politiið verður boðsent á staðið til tann 25 ára gamla. Hann er drukkin, hevur byrsu hjá sær, og er tíðiliga ikki væl fyri sálarliga. Tvey løgreglufólk koma á staðið, er maðurin komin út á trappuna. Hjá sær hevur hann eina høglbyrsu og eina vodkafløsku. Endin er at eitt skot frá høglbyrsuni smellir í politibilin, ið stendur umleið 21 metrar harfrá. Skotið rakar beint við mannliga politistin, ið beint áðrenn hevur fingið goymt seg aftanfyri bilin. Síðan eydnast tað politinum, eftir at hava skotið tvey skot, eitt ávaringarskot upp í loft, og eitt skot, ið var ætlað at raka tann 25 ára gamla í beinið, at handtaka mannin.
25 ára gamli maðurin hevur sitið varðhaldsfongslaður líka síðan 11.september. Tvær ferðir er varðhaldsfongslingin longd, meðan kanningararbeiðið er farið fram. Millum annað hava serfrøðingar úr Danmark hjálpt politinum við kanningararbeiðinum, og gjørd er ein eftirgerð, ein »rekonstruktión«, av tí, sum fór fram í Magnus Heinasonargøtu 11.september.
Eftir at kanningarnar eru lidnar, hevur ákærin gjørt av at grundarlag er at ákæra mannin fyri drápsroynd móti tveimum politistum. Ákærin vísir á, at maðurin skeyt við høglbyrsu beinleiðis móti politistunum, ið stóðu 21 metrar burtur. Eisini er maðurin skuldsettur fyri at sigta við byrsu móti politistunum, og beinleiðis seta teirra lív og heilsu í vanda. Umframt fongsulsrevsing hevur ákærin reist eitt endurgjaldskrav uppá umleið 35.000 krónur móti manninum. Hetta er tað, ið tað kostaði at gera politibilin, ið varð raktur av skotinum frá høglbyrsuni, aftur. Afturat hesum kemur eitt umleið fýra mánaðir eldri mál, snýr seg um, at tann 25 ára gamli hevur skotið ein postkassa við eini aðrari høglbyrsu.
Í Føroya Rætti týsmorgunin játtaði tann 25 ára gamli maðurin at hava latið skot av móti politistunum. Men hann noktar, at hann ætlaði at raka politistarnar. Hann greiddi frá, at hann henda mikumorgun var sera drukkin. Hann hevði drukkið umleið hálva aðru vodkafløsku, og hann var heldur ikki serliga væl fyri sálarliga. Eftir at tað gjørdist honum greitt, at politiið var komið eftir honum, fór hann útum. Við sær hevði hann byrsuna, ið longu tá var lødd, og harumframt eina vodkafløsku. Maðurin greiddi frá, at hann ætlaði bara at fáa politistarnar at fara avstað aftur. Hann hugsaði tó, at politistarnir helst ætlaðu at taka byrsuna og koyra seg í brummuna.
Eftir at hava sitið og prátað við politistarnar í umleið fimm minuttir, reisir hann seg og fer yvirum vegin, har hann setir seg á eina aðra trappu. Hann vil síggja betri, hvussu nógvir politistar eru komnir. Maðurin tekur byrsuna upp, peikar móti politistunum og biður teir um at sleppa sær burtur. Eftir umleið 20 minuttir hevur hann fingið nóg mikið. Hann reisir seg upp, og siktar móti politistunum við byrsuni. Hann helt seg duga at síggja, at annar politisturin sat aftanfyri politibilin, meðan hin stóð aftan fyri húsahornið við hárfríðkanarstovuna har í grannalagnum. Í rættinum greiddi maðurin frá, at hann siktaði móti bilinum, men lyfti síðan byrsuna eitt sindur upp, fyri at vera vísur í, at hann ikki rakti politistarnar. Hann trýstið síðan á avtrekkjarar, og skotið smellur í bakrútin á politibilinum og í annan bakstólpan á bilinum.
Politisturin, sum í hesi løtu sat aftanfyri politibilin, segði í síni vitnisfrágreiðing í rættinum týsmorgunin, at bara umleið tvey sekund gingu, frá tí at hann bukkaði seg, til skotið brast í bilin. Hann sigur, at triðji politisturin, ið var komið á staðið nakað seinni, ávaraði hann umvegis politivarpið, og at hann dukkaði seg í somu løtu sum ávaringin kom. Tí metti hann, at tað bara gingu umleið tvey sekund frá tí at hann bukkaði seg niður, til skotið small.
Verjin hjá tí 25 ára gamla manninum setti spurnartekin við, um tað veruliga gekk so stutt tíð, frá tí at politisturin bukkaði seg, til tann 25 ára gamli skeyt. Hann legði dent á, at hetta er rættuliga umráðandi, tá dómurin skal ásetast.
Umfatandi mál
Rættarmálið við tí 25 ára gamla manninum er rættuliga umfatandi. Sum nevnt hava serfrøðingar úr Danmark verið í Føroyum og gjørt kanningar í samband við tilburðin, fyri at fáa staðfest, hvat veruliga fór fram, og um talan er um drápsroynd móti politistum. Serliga ákærin, men eisini verjin, nýttu nógvar av eftirgjørdu myndunum í síni próvførslu fyri at lýsa hendingina í Magnus Heinasonargøtu. Ákærin roynir í sínum lagi at prógva, at talan veruliga var um drápsroynd, og at politistarnir vóru í beinleiðis lívsvanda, henda mikumorgun fyri góðum tveimum mánaðum síðan. Eydnast tað ikki ákæarnum at fáa mannin dømdan fyri drápsroynd, so fer hann at krevja, at maðurin verður dømdur fyri at hava komið lívinum og heilsuni hjá politistunum í vanda.
Harðasta revsing í tílíkum málum liggur væl omanfyri fýra ár, men longu nú er greitt, at maðurin í mesta lagi fær fýra ár. Kemur tað uppá tal at revsingin kann gerast meira enn fýra ár, skal eitt nevningating taka støðu til tað. Men í rættinum søgdu bæði ákæri og verji seg taka undir við, at revsingin í mesta lagi gerst fýra ár, og tí vóru eingir nevningar til staðar.
Ákæri og verji vóru ikki liðug við avhoyringarnar av vitnum, tá blaðið fór til prentingar, og enn er ikki greitt, nær málið kemur til dóms.