Tað skuldi verða so gott, men at enda gekk alt av skriðuni til hjá hondbóltsliðnum úr Hoyvík. Sipað verður sjálvandi til seinasta kappingarár, har hoyvíkingarnir leingi vóru við í stríðnum um heiðursmerki, men at enda máttu taka til takkar við einum fimtaplássi, og var hetta ikki júst tað teir ætlaðu við kappingarársbyrjan.
Byrja av nýggjum
Burtur eru nú fleiri av stuðulsleikarunum frá undanfarna ári, og ikki minst man tað kennast svárt at missa feðgarnar báðar, Hans Guðmundsson og Finnur Hansson, sum seinasta ár taldust í betra endanum av skjúttunum í føroysku kappingini.
Við tað at Hans eisini var venjari, skulu hoyvíkingarnir í ár so at siga byrja frá botni, og hava teir í ár gjørt av, at teir ikki fara at leita sær styrk aðrastaðni frá, men ístaðin royna at klára seg við tí fólki, sum teir hava í egnum røðum.
Hetta skuldi heldur ikki verið ógjørligt, tí sjálvt um talan er um nógv ungt fólk, so hava hoyvíkingarnir ein sera evnaríkan hóp. Millum annað er Hallgir Dahl Olesen ein leikari, sum kann geva flestu verjunum í landinum stórar trupulleikar, tá lagið er hitt rætta.
Harumframt hevur H71 í Kára Durhuus fingið ein venjara, sum dugir síni ting. Kári hevur ígjøgnum nógv ár vant ymisk feløg runt um í landinum, og sum oftast hevur hann fingið nógv burturúr tílfarinum, sum hann hevur arbeitt við.
Spennandi tilfar
Sjálvur metir Kári, at hóast liðið á pappírinum er viknað nakað, so hevur hann avgjørt gott tilfar at arbeiða við, og væntat hann sær nógv av ungu leikarunum, sum hann hevur at arbeiða við.
Spurdir um hvørjar vónir hann hevur um støðuna á stigatalvuni til komandi kappingarár sigur hann, at teir sum so ikki hava sett sær nakað mál, men at teir í staðin taka ein dyst í senn.
Størsti trupulleikin hjá hoyvíkingum verður ivaleyst, at breiddin í hópinum er ov lítil, til at kunna bera liðið ígjøgnum kappingina, um so er at skaðar verða. Harumframt kann tað eisini nerva í teimum einstøku dystunum, at nakrir av leikarunum kunnu gerast noyddir at spæla í samfullar 60 minuttir, uttan at teir nakrantíð sleppa at hvíla seg á beinkinum í eina løtu.
Kári vónar tó, at onkrir av teimum, sum fyrr hava stuðlað hoyvíkingunum, men sum um summarið spæla fótbólt, verða at síggja aftur í hvíta búnanum. Sum er sigur hann seg tó arbeiða við tí fólkinum, sum hevur verið og vant, og letur hann eisini væl at teimum venjingunum, sum hava verið.
Allir leikararnir hava víst ein sera góðan vilja undir venjing, og undir venjingardystunum hava eisini verið góðar taktir at sæð viðhvørt.
Vit spurdu eisini Kára, um hann heldur tað vera nakran einstakan leikara, sum hann væntar sær serliga nógv av. Hann segði seg ikki vilja nevna nakran einstakan, men legði dent á, at talan er um sera nógvar ungar og spennandi leikarar, sum avgjørt kunnu verða við til at mynda felagið framyvir.
Gott at hava
2. deild aftur
Harumframt fegnaðist hann stórliga um, at H71 nú aftur hevur lið í næstbestu deildini, og sigur at hetta hevur sera stóran týdning fyri besta liðið. Bæði tí eykaleikararnir leika á hægri støði, men so sanniliga eisini tí, at hetta hevur eina sera positiva ávirkan á tað kapping, sum altíð er undir venjingini.
Kári sigur seg ikki hava lagt seg efitr nøkrum serligum spælihátti higartil, men hevur ístaðin roynt ymsar kombinatiónir í teimum venjingardysum, sum hava verið leiktir. Hann heldur tó at teir nú eru við at leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til fyrstu umførini, soleiðis at teir framyvir koma at fáa eina meira fasta spæliætlan.
Fær Kári tað unga H71 liðið at svinga á rættan hátt, samstundis sum liðið møguliga kann verða styrkt, um t.d. Jákup Símun skuldi komið ígongd aftur, og um Hallur Danielsen møguliga kemur við aftur, so kann tað gerast eitt sera áhugavert kappingarár fyri hondbóltshugaðar hoyvíksingar, hóast talan neyvan verður um heiðursmerki av nøkrum slag.