Kann gerast triði íslendski meistaravenjarin

Í annaðkvøld kann Kristján Andrés­son gerast triði íslendski venjarin ið vinnur eitt endaspæl

36 ára gamli íslendingurin, ið leikti 13 landsdystir fyri Ísland fyrst í øldini, Kristján Andrés­son er blivin fólkahetja í Svøríki seinastu dagarnar.

 

Hann er høvuðsvenjari hjá svenska manslandsliðnum í hondbólti, ið tók hondbóltsheimin á bóli við at tryggja sær pláss í EM-finaluni í Zagreb í Kroatia. Finalan verður leikt í annaðkvøld klokkan 19.30.

 

Kristján Andrés­son kann gerast triði íslendski venjarin, ið vinnur eitt endaspæl í manshondbólti. 

 

Í 2016 vann Dagur Sigurðsson EM-gull sum venjari hjá Týsklandi í EM-endaspælinum í Pólandi. Sama summarið vann Dagur Sigurðsson OL-bronsu á olympisku summarleikunum í Rio de Janeiro í Brasil. Í dag er Dagur Sigurðsson venjari hjá japanska manslandsliðnum í hondbólti. Olympisku summarleikirnir verða í Tokyo í 2020, so talan er um eina spennandi uppgávu hjá Degi Sigurðssyni.

 

Guðmundur Guðmundsson vann OL-gull sum venjari hjá Danmark á olympisku summarleikunum í Rio de Janeiro á sumri í 2016. Í 2008 vann Guðmundur Guðmundsson OL-silvur sum venjari hjá Íslandi á olympisku summarleikunum í Beijing í Kina. Í dag er Guðmundur Guðmundsson venjari hjá manslandsliðnum hjá Bahrain. 

 

Í morgin klokkan 10 spælir Bahrain finalu ímóti Katar um at gerast asiatiskur meistari, og tá hevur Guðmundur Guðmundsson so møguleikan at vinna enn eitt endaspæl. Japan gjørdist nummar seks í kappingini. Bahrain vann annars 29-21 á Japan í bólkaspælinum.

 

Megnar Kristján Andrés­son saman við svenska landsliðnum at koppa Spania í EM-finaluni í annaðkvøld klokkan 19.30 verður hann triði íslendski venjarin, ið megnar at vinna eitt endaspæl í manshondbólti.

 

Thórir Hergeirsson hevur vunnið bæði OL, HM og EM sum venjari hjá norska kvinnulandsliðnum í hondbólti.

 

Staðfestast má, at tað eru knotur í íslendskum venjarum.