Kann gerast trupult við tveimum sárum

Tað kom týðiliga fram á rættarfundinum í dag, at deyði maðurin hevði tvey sár í bringuni, og tað kann skapa trupulleikar fyri verjuna

Tað kom týðiliga fram á rættarfundinum í dag, at deyði maðurin hevði tvey sár í bringuni, og tað kann skapa trupulleikar fyri verjuna.

 

Ákærdi greiddi í rættinum í dag frá, at hann sá bara knívin, tá órættaði langaði út eftir honum við knívinum.

 

Síðani sá hann ikki knívin aftur, fyrr hann fyri aðru ferð fór upp í íbúðina hjá órættaða. Tá lá deyði maðurin á rygginum og hevði knívin í vinstru hond.

 

Tað merkir, at minnist ákærdi rætt, hevur órættaði skift knívin úr høgru yvir í vinstru hond.

 

Undir vitnisavhoyringini segði ákærdi, at órættaði fall bert eina ferð, og tí kundi hann ikki siga nakað um, hví hann hevði fingið knívin tvær ferðir í bringuna.

 

Annað sárið var 7,5 sentimetrar djúpt, meðan hitt var 3,4 sentimetrar djúpt.

 

Hvat hetta kann fáa at týða fyri sakina er ikki gott at vita, men í morgin skulu rættarmedisinskir serfrøðingar avhoyrast, og tað er møguligt, at teir kunnu varoa meira ljós á málið.