Kann hava kravt næstan 2.000 mannalív

Í Filipsoyggjunum koma bjargingarfólk framvegis fram á fólk, sum doyðu í teirri ógvusligu melduródnini Bopha fyri knappliga fjúrtan døgum síðani. Myndugleikarnir siga, at talið á deyðum er nú komið upp á 1.020, men teir bera ótta fyri, at tað fer at veksa, tí tað eru framvegis 844 fólk, sum ikki er komin afturíaftur síðani ódnina. Umleið helmingurin av teimum eru fiskimenn, sum ikki fingu tíð at koma til lands, áðrenn ódnarveðrið brast á.

Fyri einum ári síðani kravdi melduródnin Washi 1.268 mannalív har suðuri í Filipsoyggjunum, og myndugleikarnir stúra fyri, at Bopha hevur kravt uppaftur fleiri mannalív.

Stjórnin í Manila hevur biðið umheimin um pengar til mat, reint vatn og tjøld til tey nógvu, sum mistu hús og heim í ódnarveðrinum. Umleið 27.000 fólk halda enn til í hjálparmiðstøðum.