Kann hava smittað 440 fólk

Eitt starvsfólk á Universitetssjúkrahúsinum í Ålborg kann hava smittað 440 fólk við vandamiklari tuberklasjúku.

Eitt starvsfólk á einari deild á Universitetssjúkrahúsinum í Ålborg kann hava smittað 440 fólk við vandamiklari tuberklasjúku.

 

Tað veit Nordjyske at siga í morgun.

 

- Tá vit í seinastu viku staðfestu, at eitt av okkara starvsfólkum hevði sjúkuna, bóðu vit yvirlæknan á lungnadeildini meta, um onnur fólk kunnu vera í vanda fyri at vera smittað, sigur Michael Braüner Schmidt, læknastjóri á Universitetssjúkrahúsinum í Ålborg.

 

Fólk, sum hava verið í námindi av smittaða starvsfólkinum, eru nú øll innkallaði til kanningar.

 

- Vit taka ongan kjans yvirhøvur. Øll, sum eru í minsta vanda fyri at vera smittað, eru kallaði inn til kanningar, og øll skulu kenna seg rólig, sigur læknastjórn við Nordjyske.

 

Kanningin fevnir um blóðroynd og alt eftir, hvat blóðroyndin sigur, verða fólk kallaði inn aftur til nýggja blóðroynd eftir trimum mánaðum.