Kann ikki verða afturvirkandi

Grundlógin ásetir, at ein lóggáva ongantíð kann gerast við afturvirkandi kraft til ampa fyri borgaran. Tí er neyðugt við serstøkum uppgerðum, um kapitalvinningsskattalóggávan skal broytast

Kapitalvinningur

Ivaleyst eru fleiri vorðin heldur bilsin, tá Bárður Nielsen hevur tosað um, at ein broyting í kapitalvinningsskattalógini krevur, at serstakar metingar verða gjørdar av teimum fyritøkum, sum verða raktar av broytingunum. T.v.s. fyritøkur, har eigararnir hava átt partabrøv síni undan 16. november 2001. Sagt verður, at tá vinningurin fram til ein møguligan skeringsdag er skattafríur, so er tað ikki rætt, at eigararnir enn einaferð fáa ein skattligan fyrimun, tí virðini undan skeringsdegnum verða ásett enn einaferð.
Trupulleikin í hesum er ásetingin um, at tú ikki kanst lóggeva við afturvirkandi kraft, og tí kann ein broyting í lóggávuni bara tryggja, at ein virðisøking eftir tann skeringsdagin, sum verður galdandi, verður skattaður. Og altso ikki vinningur, sum er vunnin undan hesum degi.

Eitt roknidømi
At greiða frá hesum, kunnu vit nýta eitt fiktivt dømi:
Eitt virkið hevur eina skattliga eginogn á 2 mió kr. Skattligu niðurskrivingarnar hava tó verið stórar øll árini, og hartil hevur virkið eitt fiskiloyvi, sum er fingið ókeypis frá landinum í síni tíð. Hetta hevur við sær, at veruliga søluvirðið á fyritøkuni er 20 mió kr.
30. desember 2006 stendur eigaranum í boði at selja virkið fyri 20 mió kr. Ger hann av, at taka av hesum, soleiðis at virkið verður selt undan ársskiftinum, er allur vinningurin skattafríur.
Verður lóg gjørd, sum ikki tekur hædd fyri einum møguligum søluvirði, men afturímóti nýtir skattligu eginognina, standast trupulleikar av, um eigarin av virkinum velur at bíða til eftir ársskiftið. Tá verður sølupeningurin framvegis 20 mió kr., men av hesum eru 18 mió kr. skattskyldugar, tí hetta er vinningur vunnin eftir skeringsdagin. Altso skal seljari tá rinda góðar 5 mió kr. í skatti.
Tá vil borgarin standa í eini verri støðu, enn hann gjørdi undan lógarbroytingini, hóast eingin onnur fortreyt í handlinum er broytt. Og tað er hesum, sum grundlógin setir forboð fyri.