Kann KÍ halda Kósini?

Eftir fína avrikið hóskvøldið tykjast klaksvíkingar aftur hava fingið ferð á. Ein sigur sunnudagin kann føra teir heilt nær oddinum

Fótbóltur

Trivaligi sigurin í Gøtu bar við sær, at KÍ kreyp upp á fimta plássið á stigatalvuni. Hóast teir í verandi støðu hava spælt ein dyst fleiri enn flestu kappingarneytarnir, so tað  sum maðurin segði  ivaleyst betri at hava spælt og vunnið dystin.
Hartil kemur eisini, hesin dysturin fyri tað nógva bygdi víðari á góðu taktirnar, sum KÍ sýndi fyrra umfarið í heimadystinum móti HB, og tí er einki at ivast í, at teir bláu enn einaferð fara eftir øllum stigunum. Megna teir at loysa tann setningin, so fer tað skjótt aftur at síggja heilt ljósablátt út hjá felagnum, sum enn hevur setningin um 2009 hangandi yvir sær.
Hjá Tony Paris er tað hugalig staðfestin, at talan ikki er um leikbann av nøkrum slag. Sinisa Jovevic og Paul Clapson fóru tó smáskaddir av vølli hóskvøldið, men talan var tó neyvan um álvarsligar skaðar.
Hjá NSÍ eru allir mans fit-for-fight. Einasta fráveran er Pól Thorsteinsson, sum í hesum døgum er í Týsklandi og hyggur at HM-fótbólti, og tí er neyðug at seta nýggjan mann í miðverjuna.