ES- marknaðurin
Fyri at verða góðkendur fiskaútflytari er grundleggjandi neyðugt at halda seg til strongu ES-reglurnar á matvøruøkinum. Gera vit ikki tað, missa vit ein stóran part av okkara fiskakeyparamarknaði, og tað tola vit sjálvsagt ikki. Tann partin av ES-reglum, sum hevur við útflutning at gera, eiga vit tí framhaldandi at seta í gildi í Føroyum og at halda.
Heimamarknaðurin
Á heimamarknaðinum eiga vit at gera okkara egnu reglur, sum sjálvsagt skulu tryggja reinføri og dygd. Men hetta eigur at veðra gjørt uttan at gera krøvini so umfatandi, at tey ikki eru møgulig at halda hjá smáum føroyskum fyritøkum, sum royna at byggja ein marknað upp við serføroyskum mati og upplivingum. Gera vit ikki tað, fara hesar fyritøkur fyri bakka. Ikki tí tað er neyðugt, men heldur av okkara egnu forfeingiligheit.
Trupulleikin eigur at verða loystur, annaðhvørt við at áseta reglur í nýggju matvørulógina, sum ætlanin er at leggja fyri Løgtingið, ella eiga serlig atlit at verða tikin til okkara heimamarknað, tá ES-kunngerðir frameftir verða settar at galda fyri Føroyar. Fari í hesum sambandi enn einaferð at heita á landsstýrið um at taka hendan spurning í størsta álvara.
Alt gott um at landsstýrisfólk reika verðina runt á messum og ráðstevnum, fyri at greiða frá okkara serføroysku viðurskiftum. Men havast má eisini í huga, at tað er her heima at arbeiðið skal gerast.
Núverandi støða ikki haldbar
Reglurnar verða sum er umsitnar soleiðis, at tað ber ikki til at framleiða serføroyskan mat til heimamarknaðin. Framleiðararnir verða snøgt sagt um ein háls av órímiligum krøvum frá Heilsufrøðiligu. Støðan er ikki haldbar og má tí fáast á beint, skulu vit hava nakra vón um framhaldandi at varðveita smáu matstovurnar, handlar við serføroyskum mati og smáu ferðavinnufyritøkurnar á bygd.
At fara undir at nýta tíggjutals milliónir til marknaðarførðslu av Føroyum sum ferðavinnuland er burturvið, um omanfyrinevndu viðurskifti ikki fáast í rætt lag sum skjótast.