Kann kosta 12 mió. mannalív longu tann fyrsta dagin

Kanningar hjá amerikanskum hernaðarmyndugleikum vísa, at eitt kjarnorkukríggj millum grannalondini India og Pakistan kann kosta meiri enn 12 milliónir mannalív longu tann fyrsta dagin

INDIA/PAKISTAN

Ein frágreiðing, sum amerikanskir hernaðarserfrøðingar hava skrivað, og sum verjumálaráðið Pentagon hevur staðfest, kemur til ta niðurstøðu, at brestur kjarnorkukríggj á millum India og Pakistan, kunnu meiri enn 12 milliónir fólk lata lív longu tann fyrsta dagin.

Umframt hesi fara nógv fólk at doyggja av geiðslavirknari dálking. Amerikanska frágreiðingin sigur, at taliðá teimum, sum gerast sjúk av geiðslingini, verður so stórt, at øll sjúkrahúsini í teimum báðum londunum verða fylt eftir stuttari tíð.

Herumframt verður neyðugt við sera umfatandi altjóða hjálp beinanvegin.
? Í veruleikanum verða avleiðingarnar so umfatandi, at ikki bert sjúkrahúsini í India og Pakistan verða full av sjúklingum, men at hetta eisini verður galdandi fyri sjúkrahúsini í Miðeystri og Landssynningsasia. Amerikanska hermegin fær einki gjørt uttan at veita offrunum neyðuga hjálp og at rudda aftan á kríggið, stendur í frágreiðingini.

Ein talsmaður hjá Pentagon segði við New York Times mánadagin, at hungursneyð, umfarssóttir og trupulleikar við geiðslavirknum avfalli fara at krevja sera umfatandi hjálp frá altjóða samfelagnum. Hildið verður, at umleið sjey milliónir fólk verða særd, gera tey bæði londini av at nýta síni kjarnorkuvápn.

Sum Hiroshima-bumban
Tað er ógreitt, hvussu nógvar kjarnorkuløðingar India og Pakistan hava. Amerikanska verjumálaráðið vil ikki upplýsa tílíkt alment, men hildið verður, at Pakistan hevur minst umleið 25 løðingar og India munandi fleiri.
Í einari grein í bretska blaðnum The Guardian týsdagin søgdu pakistanskir kjarnorkuserfrøðingar, at Pakistan hevur útbygt sína kjarnorkuermegi munandi tey seinastu trý árini, og at landið ivaleyst hevur væl fleiri kjarnorkuløðingar, enn higartil hevur verið nevnt. Teir søgdu eisini, at hvør løðing hevur umleið somu megi sum bumban, sum amerikanarar sleptu niður yvir Hiroshima í 1945. Løðingarnar kunnu tveitast niður úr flogførum ella sendast við rakettum.

Seinastu dagarnar hevur pakistanska hermegin gjørt tríggjar rakettroyndir. Hetta eru rakettir, sum kunnu bera kjarnorkuløðingar, og sum røkka so mikið langt, at tær bera til indiskar stórbýir sum Dehli og Bombay. Sambært teimum serkønu hevur indiska hermegin kjarnorkuløðingar við ymiskari megi, og eisini hesar løðingarnar kunnu kunnu sendast við rakettum ella sleppast niður úr flogførum.

Ikki so nógv
Ein frágreiðing, sum lærdi háskúlin í Princeton í USA hevur gjørt, kemur eisini til ta niðurstøðu, at eitt kjarnorkukríggj millum India og Pakistan fer at krevja nógv mannalív, men tølini eru kortini ikki so stór sum í hinari frágreiðingini. Í Princeton halda serfrøðingarnir, at nýta londini tíggju prosent av sínari kjarnorkumegi, fer tað at kosta 1,7 milliónum indarum og 1,8 milliónum pakistanum lívið. Herumframt verða ávikavist 900.000 og 600.000 særd.

Tølini í hesari frágreiðingini byggja á, at londini nýta kjarnorkuvápnini ímóti teimum størstu býunum hjá hvør øðrum. Í India er talan um býirnar Bangalore, Bombay, Calcutta, Madras og Dehli, og pakistansku býirnir eru Faisalabad, Islamabad, Karachi, Lahore og Rawalpindi.