Fáur vildi trúð, at nakrar smáar mýs kunnu gera av við ein stóran albatrosunga - ella unga hjá súlukongi, sum fuglurin verður róptur á føroyskum. Men, tað letur seg saktans gera, tí ungin hevur enn ikki lært at ræðast sínar fíggindar.
- Hetta man vera ein tann óhugnaligasta gongdin í náttúruni, sum man kann hugsa sær.
Soleiðis skrivar Marita Gulklett á sínari Facebook-síðu herfyri, samstundis sum hon deilir leinkju til forvitnisliga grein um tann skaða, sum sjálvt músin kann gera.
- Vanlig húsmus kom á oynna Marion fyri stívliga 200 árum síðan. Í 2003 sá man tann fyrsta albatrossungan, sum var skaddur av músabiti, og í 2009 sá man tann fyrsta skalperaða albatrossungan.
Marita Gulklett skrivar, at í 2015 løgdust mýsnar á øll tey trý sløgini av súlukongi, sum hoyra heima á oynni.
- So, músin hevur broytt atburð. Ungarnir liggja pinnastillir, meðan teir vera etnir livandi, tí teir hava ikki lært at ræðast nýggja fíggindan - músina, skrivar Marita Gulklett.