Kann sameinast við grundlógina

- Eg haldi ikki at føroyskur limaskapur í Norðurlandaráðnum er í stríð við grundlógina, sigur Halgir W. Poulsen løgfrøðingur


Halgir W. Poulsen hevur ráðgivið løgtinginum í sambandi við umsóknina um at gerast limur í Norðurlandaráðnum.
Tá skrivaði hann m.a.:
»Samanumtikið má niðurstøðan vera tann, at tað hvørki í altjóða rætti ella danskari lóggávu, eru nakrar forðingar fyri, at Føroyar gerast fullur limur í Norðurlandaráðnum og Norðurlandaráðharraráðnum. Tað avgerandi er, um politiskur vilji er til staðar hjá donsku stjórnini og hinum norðurlendsku stjórnunum til at gera tær neyðugu broytingarnar í Helsingforssáttmálanum sum fortreyt fyri tílíkum limaskapi, og hvør í sínum lagi tær innlendsku lógarbroytingarnar, sum møguliga gerast neyðugar.«
Halgir W. Poulsen heldur fast við hesa niðurstøðu.
- Grundlógin verður ofta tulkað út frá hvønn politikk stjórnin ynskir at føra. Um tey høvdu ynskt, at Føroyar skuldu kunna luttakið í Norðurlandaráðnum, so ber tað til út frá grundlógini, sigur Halgir W. Poulsen.
- Eg dugi ikki at síggja, at tað nýtist at stríða ímóti grundlógini. Grundlógin er 150 ára gomul, og hon verður tulkað ógvuliga leysliga. Grein 19, sum Harhoff sigur forðar fyri føroyskum limaskapi í Norðurlandaráðnum, sigur at »Kongen handler på rigets vegne i mellemfolkelige anliggender.« Og tað er jú ikki kongurin, sum umboðar Danmark.
- Eg haldi tí ikki at føroyskur limaskapur í Norðurlandaráðnum er í stríð við grundlógina.
 
 
 
Grundlógin
§ 19
Stk. 1.
Kongen handler på rigets vegne i mellemfolkelige anliggender. Uden folketingets samtykke kan han dog ikke foretage nogen handling, der forøger eller indskrænker rigets område, eller indgå nogen forpligtigelse, til hvis opfyldelse folketingets medvirken er nødvendig, eller som iøvrigt er af større betydning. Ejheller kan kongen uden folketingets samtykke opsige nogen mellemfolkelig overenskomst, som er indgået med folketingets samtykke.