Í Føroyum hava vit onga skipan, sum líkist tí danska borgarauppskotinum. Men hvussu hevði ein líknandi skipan passað inn í føroyska fólkaræðið? Súsanna Olsen, samfelagsfrøðingur, er opin fyri einari føroyskari skipan.
- Tað hevði uttan iva riggað væl. Tó haldi eg, at skipanin skal skipast væl, so hetta er eitt seriøst ískoyti til tað, sum navnframi demokratiástøðingurin Stein Rokkan, sáli, nevnir fyri numerisku kanalina, sum er tann, vit brúka fjórða hvørt ár í sambandi við løgtingsval ella kommunuval, sigur Súsanna Olsen.
Súsanna Olsen meinar, at borgarauppskot kunnu hava ein ávísan leiklut í einum fólkaræði.
- Skipanin kann styrkja um demokratiska tilvitið og praksis í okkara umboðandi fólkaræði. Borgarin og politikarin verða meira árvakin, sum ástøðið um deliberativt demokrati snýr seg um. Tað ger, at borgarin hevur kensluna av, at tað kann loysa seg sakliga at vísa á ein tørv fyri policymaking ella almennan politikk á einum øki, sum politiska skipanin kanska ikki er varug við sigur hon.
Les um donsku skipanina her.