- Tað er fantastiskt, at Kaj Leo Holm Johannesen hevur valt at stilla upp fyri flokkin. Tað sigur Annfinn Brekkstein, einasta umboð Sambandsfloksins í Tórshavnar Býráð. Hann heldur, at tað er týdningarmikið, at flokkurin megnar at samla ein breiðan og sterkan lista til kommunuvalið 8. novembur.
- Hetta kann heilt víst gera tað møguligt hjá flokkinum at koma upp á tvey ella trý umboð í býráðnum eftir valið. Tað er ikki gott nokk, at ein av størstu flokkunum í landinum einans skal hava eitt umboð. Fyrr høvdu vit heilt upp í fýra umboð onkra setu, greiðir Annfinn Brekkstein frá.
Kaj Leo Holm Johannesen var løgmaður í farna landsstýri, sum til tíðir var fyri sera hvøssum atfinningum. Sambandsflokkurin og løgmaður fingu eisini nógvar ákoyringar, eisini frá tí gomlu gardini í Sambandsflokkinum og Lisbeth Petersen, fyrrverandi borgarstjóri í Havn fyri Sambandsflokkin, meldaði seg úr Sambandsflokkinum.
Annfinn Brekkstein væntar tó ikki, at ringa umdømi hjá flokkinum og løgmanni á sumri 2015 fer at ávirka undirtøkuna til valið í ár.
- Tað er púra vanligt, at fólk troyttast av einum flokki og eini leiðslu, tá ein flokkur hevur sitið í stjórn í átta ár. Tað vóru ymiskar rembingar tá, eisini innanhýsis í flokkinum, men eg ivist ikki í, at tær fyri ein stóran part eru stilnaðar, sigur hann.
- Okkum tørvar ein breiðan lista til kommunuvalið og eg ivist ikki í, at Kaj Leo Holm Johannesen fer at vera eitt jaligt ískoyti, ið kann tryggja flokkinum breiðari umboðan, sigur Annfinn Brekkstein.
So seint sum í farnu viku, dagin eftir, at Kaj Leo Holm Johannesen segði seg av álvara umhugsa at stilla upp, heitti Annfinn Brekkstein veljaran, um ikki at lata fólk fáa dupultmandat, við bæði at sita í løgtinginum og kommunustýrinum. Hvat er støðan nú, tá Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingslimur, hevur boðað frá, at hann stillar upp?
- Eg haldi ikki, at tað er rætt, at fólk sita í fleiri sessum í senn, og standi við tað, sum eg skrivaði. Tað verður tó upp til veljaran at avgera, hvørji fólk tey ynskja at umboða seg, sigur Annfinn Brekkstein.