Kann tvífalda lønina uttan at spæla

Micah Richards hevur ikki spælt í 500 dagar, men lønini bilar einki.

Micah Richards var spáddur at vera eitt av teimum heilt stóru verjutalentunum í Onglandi, tá ið hann hevði spælt seg upp ígjøgnum ungdómsliðini hjá Manchester City og fekk sín fyrsta dyst á besta liðnum sum bara 17 ára gamal.


Tað bleiv til útvið 200 dystir fyri besta liðið hjá Manchester City og 13 landsdystir fyri Ongland, men síðan fór at ganga niður av bakka hjá nú 29 ára gamla Richards, ið bleiv leigaður út til Fiorentina og síðani seldur til Aston Villa.


15. oktobur 2016 fór Micah Richards skaddur av vøllinum í einum dysti ímóti Wolverhampton, og nú, 500 dagar og 73 dystir seinni, hevur hann ikki fingið ein minutt aftur á vøllinum, hetta hóast hann er førur fyri at spæla.


Tað er venjarin, Steve Bruce, sum eftir øllum at døma ikki hevur eitt gott eyga til hansara, tí hóast hann framvegis venur við besta liðnum, so hevur hann ilt við at verða úttikin til dystarhópin, og útlitini til spælitíð eru ikki góð.


Micah Richards tjenar 293.000 krónur um vikuna. Aston Villa er nummar trý í The Championship, og flytur felagið upp í Premier League, so fer Richards sambært einari treyt í sáttmálanum at tvífalda lønina.


Sáttmálin hjá Micah Richards í Aston Villa gongur út 30. juni 2019. Um hann ynskir tað, so sleppur hann helst úr felagnum áðrenn, tí eitt nú Orlando City úr USA sigst at vera áhugað í at keypa enska verjuleikaran.