Kann VÍF steðga StÍF??

Stóri spurningurin hetta vikuskiftið er, hvørt VÍF megnar at venda gongdini, og taka stig frá sera væl spælandi StÍF, og á tann hátt økja um spenningin í oddinum

Vestmenningar hava havt vónir um at lið teirra fór at finna stevið og stápla nakrar sigrar á rað saman, men tað hevur gingið striltið, og lið teirra er á einum skuffandi fjórða plássi, heili átta stig aftanfyri mótstøðuliðið um vikuskiftið.

Seinast strandingar vóru á vitjan í Vestmanna endaði tað við seks málum á muni, 22-28, og tað man neyvan hava komið væl við hjá vestmenningum.

Spurningurin hesa ferð, er tí um VÍF kann endurfinna spælið, ið so mangan hevur vunnið teimum sigur, ella um StÍF hinvegin fer enn longer frá hinum liðunum í deildini.

Hjá VÍF verður vónað, at strandingar ikki eru komnir alt ov høgt at flúgva eftir stórsigur móti gamla Kyndlaliðnum í steypakappingini. Samstundis verður vónað at liðið finnur stevið, teir vístu, tá Neistin var á vitjan í Vestmanna. Tað ferðina vann VÍF.


Kyndil hevur takið

Seinast Kyndil var og vitjaði hoyvíkingar í Atlantic Airways-kappingini, endaði tað við sigri til teir grønu uppá 28-25. Og í gjárkvøldið vóru teir aftur á vitjan, tað ferðina í Coca Cola-steypakappingini, og aftur tað ferðina vann Kyndil - í tí førinum31-25. Um vikuskiftið er aftur dystur á skránni, og í Kyndli ætla teir sær óivað at endurtaka bragdið, men tað vilja hoyvíkingar ikki lata sær linda.

H71 liggur í løtuni á einum triðja plássi, fimm stig aftanfyri Neistan, meðan Kyndil er á einum fimta plássi.


Tætt hjá kvinnunum

Hjá kvinnunum er eisini sera tætt, og ein sera spennandi dystur verður í Vági, tá VB tekur móti Neistanum, í einum braki um silvurkrúnurnar, og harvið sess í FM-finaluni.