Arbeiðsmarknaður
- Tað kann verða gagnligt, at avtalur, sum hendan verða gjørdar.
Tað heldur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum.
Hann sipar til ætlanina um at fáa pólskar sveisarar til Føroya at sveisa skrokkin til nýbygningin hjá Thor í Hòsvík.
Í hesum føri fáa vit útlendingar til Føroya at gera eitt arbeiði, heldur enn at fáa arbeiðið gjørt í utlandinum. Í hesum føri hava vit ikki fólk at sveisa skrokkin og tí er hetta ikki í kapping við føroyska arbeiðsmegi.
Hinvegin ásannar hann, at tað er neyðugt at vísa størsta varsemi í slíkum føri, tí tað má ikki verða so, at støðið verður máað undan føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Men Jacob Vestergaard sigur, at hann dugir ikki at síggja, at hendan avtalan um sveisararnar á Skála á nakran hátt skal skapa fordømi fyri aðrar ætlanir um at gera slíkar avtalur.
Hann dugir heldur ikki at síggja møguleikan fyri at gera slíkar avtalur á øðrum økjum, eitt nú í sambandi við tímalønt arbeiði.
Og hjá honum er tað ein avgjørd fortreyt fyri slíkum avtalum, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum eru samdir.
Í hesum føri er tað tí ein fortreyt, at Landsfelag Handverkaranna tekur undir við ætlanini.
- Á hesum øki verður politikkurin í hvussu so er ikki tann, at tað skal bera til hjá útlendingum at koma til Føroya at arbeiða á føroyskum flakavirkjum, fyri at taka eitt dømi, sigur landsstýrismaðurin.